So eru vit longu komin til triðja og seinasta skeiðsdagin í venjaraskeiðinum børn 10-12 ár. Skeiðið verður í Havn leygardagin, og vit byrja kl. 9.00 í ÍSF-húsinum. Skráin er hendan:
- kl. 09.00 Styrkivenjing, teori – ÍSF-húsið
- kl. 09.45 Heimauppgávan – ÍSF-húsið
- kl. 10.45 Kaffistøðgur – ÍSF
- kl. 11.00 Kúla, klingra, spjót og hamari – teori – ÍSF-húsið
- kl. 11.45 Kastikoordinatión og kast, verkligt – Tórsbreyt
- kl. 12.30 Matarstøðgur – Carello
- kl. 13.45 Kast, verkligt – Tórsbreyt
- kl. 15.30 Styrki, verkligt – Tvørmegi
- kl. 16.30 Dagslok við myndatøku
Um onkur enn ikki er liðug/ur við heimauppgávuna, hava tit enn fríggjakvøldið eftir 🙂