Home FÍF Skúla-FM í frælsum ítrótti

Skúla-FM í frælsum ítrótti

by hziska

FÍF og ítróttaráðgevin á LMS skipa í felag fyri kapping um føroyameistaraheitið í frælsum ítrótti fyri skúlar á Svangaskarðið mánadagin 28. mai. Fyrstu kappingarnar fara í gongd kl. 12.00 og tann seinasta byrjar kl. 16.50.

Kappast verður í sprint (60, 80 ella 100 m), miðteinarenning (600 ella 800 m), longdarlopi og kúlustoyti. Tey yngru renna styttri og nýta lættari kúlur enn tey eldru. Kappingin er skipað so, at ein føroyameistari skal finnast innan hvørja grein í hvørjum árgangi (flokki) fyri ávikast gentur og dreingir. Sostatt skula 80 føroyameistarar finnast.

Tíggju skúlar hava meldað næmingar til tiltakið, og onkur skúli er umboðaður við heili 64 luttakandi. Samlaða talið av startandi er 248, men tá er hædd ikki tikin fyri, at onkur luttekur í fleiri greinum. Tó kann ongin einstakur íðkari luttaka í meir enn 4 greinum.

Skráin fyri tiltakið er at finna her.

Kappingin er stuðlað av Atlantic Airways og Tryggingarfelagnum Føroyar.

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Atli Fróði Johansen 07.06.07 - 22:47

Hetta var eitt sera gott tiltak, tað skula fyriskipararnir eiga stórt rós fyri.
Kunna tit siga mær, hvar vit finna úrslitini av Skúla-FM. Eg veit um fleiri spentar næmingar/luttakarar, sum fegnir vilja hava úrslitini.

Vinarliga ein væl nøgdur lærari.

Comments are closed.