Home FÍF So byrjar Grand Prix-kappingin fyri børn og ung

So byrjar Grand Prix-kappingin fyri børn og ung

by Hallur Holm

Eins og í fjør fer FÍF at skipa fyri Grand Prix kapping fyri børn og ung á breyt. Í ár verður kappast 5 kvøld, og verða Bragdið og Treysti vertir fyri tveimum kappingum, meðan Hvirlan verður vertur ta einu. Fyrsta kappingin verður hóskvøldið 27. mei, og tá er Bragdið vertur.

gpbu-d10-11
Teitur, Steingrímur, Rógvi, Jack, Heðin, Fríði og Fríði. Kend andlit í Grand Prix høpi.

Hóast tað í ár verða 5 kappingarkvøld, verður samlaða talið av kappingum tað sama. Hetta merkir at færri kappingar verða fyri hvørt kvøldið. Ætlanin er at kappingarnar byrja kl. 18.30 og ikki skulu vara longur enn hálvan annan tíma hvørja ferð, so at eisini tey, ið skulu koyra langt, sleppa til húsa aftur í hampuligari tíð.

Kappingargreinarnar verða eisini nærum tær somu. Nýggj mátta til hæddarlop er komin á Tórsbreyt, so hæddarlop verður nýggj grein í Gran Prix høpi, tó bert fyri aldursbólkarnar frá 12-13 ár og eldri.

Annars verður samlaða kappingin skipað soleiðis, at allir bólkarnir kappast 3 kvøld í spurti, 3 kvøld í kasti, 3 kvøld í lopi og 3 kvøld í miðteinarenning.  Stig verða givin eftir norsku Tyrvingtabellen fyri hvørt úrslit. Finnast skal ein vinnari í hvørjum aldursbólki og hvørjari kappingargrein, og verður tað tann íðkarin, sum av sínum tveimum bestu kappingunum tilsamans hevur hægst stigatal.

Kappingin er fyri øll, sum hava áhuga. Stig verða tó bert givin til luttakarar, sum eru limir í frælsum ítróttarfelag. Kravt verður eisini, at allir íðkarar kappast í singlet/t-skjúrtu við røttu felagslitunum. Kappingarnar verða ókeypis.

Reglur fyri kappingina, kappingartalva, og leinkja til Tyrvingtabellen liggja á forsíðuni undir “reglur”

Av tí at startlistar verða lagdar út á heimasíðuna áðrenn kappingina, verður neyðugt at melda til í góðari tíð. Freistin er tí sett til sunnukvøld innan kappingin byrjar. Tilmelding verður løgd klár her á síðuni fyrsta dagin, og so er bara at melda til í seinasta lagi sunnukvøldið.

gpbu-g8-9
Petra, Oddvør og Elisabeth høvdu tættar uppgerðir í fjør

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Sunniva 21.05.10 - 08:43

Hey FÍF
Kunnu tit rættað kalendaran so dagarnir stemma.

Comments are closed.