Home FÍF Spennandi finala í vetrarkappingini!

Spennandi finala í vetrarkappingini!

by Hallur Holm

Í  morgin verður seinasta og avgerandi umfarið í vetrarkappingini 2008/09 runnið í Runavíkini.  Sera spennandi verður at síggja, hvør fer at stinga av við størsta steypinum í kappingini hjá monnum, tí undan kappingini standa Guttorm Sørensen úr Treysti og Sam Vang úr Bragdinum púra javnir. Tað merkir, at tann fremri av hesum báðum í morgin kemur at standa ovast á sigurspallinum. Kappingin um 3. plássið fer at standa millum Jan Elmar Sørensen úr Treysti og Andrias Hansen úr Bragdinum. Ein veruligur Havnin vs Klaksvík dystur!

Í hinum bólkunum eru flestu vinnararnir longu funnir.  Hjá gentunum og dreingjunum eru tað landsliðsrennararnir Rebekka Fuglø úr Treysti og Rúni Seloy úr Bragdinum, sum ikki kunnu verða tikin. Sama er galdandi fyri mans- og kvinnuunglingarnar, har tað eru Jan Elmar Sørensen úr Treysti og Bjørk Herup Olsen sum longu hava vunnið. Bjørk hevur eisini innan seinasta umfarið vunnið kvinnubólkin. Her fer kappingin um 2. og 3. plássið at standa millum Rannvá Djurholm og Súsonnu S. Sørensen úr Bragdinum. Í veteranbólkinum hjá kvinnum er bert Eyð Matras, sum hevur møguleika at vinna, men fyrst má hon gjøgnumføra í morgin, soleiðis at hon íalt hevur verið við í trimum kappingum.

Tríggir rennarar úr Treysti eru á odda í veterankappingini hjá monnum. Tað eru Borgar Biskokstøð, Tummas Joensen og Bogi Gardar. Men maðurin við bestu kortunum á hondini er allarhelst Bragdarennarin Regin Zachariasen, sum bert hevur úrtøku frá tveimum kappingum enn.  Hjá superveteranunum hevur Jens Weihe úr Frælsi við trimum sigrum longu avgjørt 1. plássið. Steindor Hjaltalin úr Bragdinum er á øðrum plássi nú, men hann má halda Óla Olsen aftanfyri seg hetta seinasta umfarið, um hann skal halda fast um sítt 2. pláss.

Tíverri eru veðurforsøgnirnar fyri fyrrapartin í morgin ógvuliga ivasamar. Nógvur vindur av norði, avfall og um frostmarkið. Sera spell, um rennilíkindini ikki eru í lagi, tí nógvir rennarar hava sæð fram til júst hesa kappingina, har væl plagar at liggja fyri við góðum tíðum.

Um líkindini gerast so ring, at ikki verður rennandi í morginári, so verður kunnað um tað her á síðuni í seinasta lagi kl. 09.00 í morgin. Fyrireikararnir vóna konrtini tað besta!

0 comment
0

Related Articles