Home FÍF Støðan í Grand Prix fyri børn og ung eftir 2 umfør

Støðan í Grand Prix fyri børn og ung eftir 2 umfør

by Guttorm Sørensen

Nú er støðan í Grand Prix 2009 fyri børn og ung uppgjørd eftir tvey umfør. Fyrsta umfar var á Tórsbreyt mikudagin 20. mai tá Bragdið skipaði fyri. Næsta umfar var á Svangaskarði mikudagin 24. juni, og tá var tað Treysti, sum skipaði fyri. Triðja og seinasta umfar verður á Tórsbreyt mikudagin 19. august, og tá verður tað Hvirlan, sum fyriskipar.

IMG_8373

Sum tað sást í støðuni eftir tvey umfør, sum er at finna í eini leinkju niðanfyri, so eru tað fleiri rættiliga spennandi kappingar eftir og sum blíva avgjørdar á seinasta kappingardegnum. Men tað eru eisini kappingar, sum longu nú mestsum eru avgjørdar.

Sum sást í lopi, so hava allir luttakarar bert eitt úrslit. Í lopi hendi tað á Svangaskarði, at kappingin í longdarlopi tíverri mátti avlýsast, og tí verður kappingin í lopi avgjørd eftir fyrsta umfari og seinasta umfari.

Samlaða einstaklingakappingin verður avgjørd eftir tveimum teimum bestu umførunum í stigum, sum íðkarin hevur fingið. Tvs. stigini av tveimum teimum bestu umførunum verða løgd saman.

Stendur tað á jøvnum, vinnur íðkarin, sum hevur uppnátt flest stig í einari kapping. Stendur tað framvegis á jøvnum vinnur rennarin, sum hevur næstflest stig í einari kapping osfr.

Norska “Tyrvingetabellen” verður brúkt at geva stig eftir í hvørjari einstakari kappingargrein.
(GG: Stigatalvan kann ikki nýtast til at samanbera úrslit og árgangir).

Stig verða givin eftir stigatalvuni hjá tí eldra árganginum í bólkinum. Tvs. at t.d. dreingir 12-13, fáa stig eftir dreingir 13 ár, og at t.d. gentur 16-17 fáa stig eftir gentur 17 ár. Hjá børnum 8-9 verður stigatalva hjá DAF brúkt.

Støðan er at finna í .pdf her.

0 comment
0

Related Articles