Home FÍF Startlistar og kunning í sambandi við FM Vaksin

Startlistar og kunning í sambandi við FM Vaksin

by Hallur Holm

Niðast á síðuni eru allir startlistarnir til kappingarnar. Á teimum sæst hvør er við í hvørjari kapping. Í rennigreinunum sæst eisini í hvørjum riðili og á hvørji geil hvør einstakur íðkari skal vera á. Eisini er ein listi við øllum luttakarunum. Á honum sæst eisini luttakaranummarið hjá hvørjum einstøkum.

Í tíðarætlanini er eisini tíðarfest, nær tær ymsu heiðursmerkjahandanirnar verða. Gott hevði tí verðið, um tey, ið gerast nr. 1,2 og 3 halda eyga við hesum.

Kappingarnevndin hevur í riðlabýtinum styrkimett luttakararnar út frá teirra úrslitum í ár. Teir, ið ikki hava kappast fyrr, eru býttir tilvildarliga í millum riðlarnar. Á 100 metrum og 200 metrum hjá monnum verða tað báðir riðlavinnararnir umframt 4 tær bestu tíðirnar, sum koma í finaluna. Í finaluni verður besta tíðin á geil 3, síðani geil 4,2,5,1 og 6.

Í hæddarlopi verður byrjunarhæddin hjá monnum 140 cm. Hækkað verður við 5 cm upp til 165 cm. Síðani verður hækkað við 3 cm. Byrjunarhæddin hjá kvinnum er 115 cm. Hækkað verður við 5 cm upp til 130 cm. Síðani verður hækkað við 3 cm.

Í kappingini á 110 m hekkurenning hjá monnum, er eitt avboð komið, soleiðis at innleiðandi umfør ikki verða runnin. Í staðin verður beinleiðis finala kl. 14.05.

Startnummur skulu avheintast í amboðs-skúrinum millum kl. 13.15 og 13.45.  Tað er umráðandi at hetta verður avgreitt til tíðina, so at kappingarnar ikki verða seinkaðar.

Dómarar og hjálparfólk verða biðin um at møta í góðari tíð. Dómararnir eiga at syrgja fyri, at alt er klárt, soleiðis at byrjast kann til ásettu tíðina. 

Væl møtt øll somul!

Startlistar FM Vaksin 2010 leygardag

Startlistar FM Vaksin 2010 sunnudag

Luttakaralisti FM Vaksin 2010

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Jón Bjarnason 07.08.10 - 19:30

Hey tykur, nær koma úrslit frá FM?
Okur sum ikki eru heima í Føroyum vilja fegin kunna okkum um hvussu gongur.
Góða eydnu víðari við FM.

Comments are closed.