Startlistar og kunning viðv. FM á breyt 2016

Skrivað hevur

bluetrack

So er dagurin komin, har vit siga vælkomin til kappingar um føroymeistaraheitini í frælsum ítrótti (breytgreinar). Vit byrja í dag við sleggjuvarp og innleiðandi umfør á 100m kl. 11.30. Ímorgin sunnudagin 21/8-16 byrja vit kl. 13.00, og tað er við rimarenning.

Veðrið er á góðari leið, í morgin er kanska tann frægari dagurin, so umstøðurnar at kappast eru í lagi. Viðheft í pdf eru startlistar, við tíðarætlan, lophæddum, geilabýti o.s.fr.

fmbreytStartlisar

Vit minna øll á at møta í góðari tíð, serliga spurtarar, ma. tí avkrossing skal gerast í seinasta lagi 30 min áðrenn start. Í finaluni á 100m og 200m hittast nr. 1 og 2 úr báðum riðlunum, umframt tey við tveimum teimum bestu tíðunum av restini. Viðv. teknisku greinunum so eru tað 6 teir bestu íðkararnir sum fáa tríggjar eyka royndir eftir tær fyrstu tríggjar royndirnar.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*