Í sambandi við Sundalagsstevnuna í Kollafirði um vikuskiftið, fara kollfirðingar at skipa fyri stevnurenning fyri børn og vaksin leygardagin kl. 11.00. Kappast verður í teimum vanligu aldursbólkunum, sum vit kenna frá hinum stevnunum, og sum vanligt verða eisini heiðursmerki latin til trý tey fremstu í hvørjum aldursbólki. Bólkarnir eru hesir:
- gentur og dreingir -7 ár (f. – 2005) 300 m
- gentur og dreingir -10 ár (f. 2002 – 2004) 600 m
- gentur og dreingir -13 ár (f. 1999 – 2002) 800 m
- gentur og dreingir – 17 ár (f. 1996 – 1998) 800 m
- menn og kvinnur opin bólkur (f. – 1996) 8 km
- menn veteranar (f. 1957 – 1966) 8 km
- kvinnur veteranar (f. – 1966) 8 km
- menn superveteranar (f. – 1956)
Renningin byrjar sum sagt kl. 11.00. Tað verða tey vaksnu, sum leggja fyri. Barnarenningin verður beint aftaná, ella umleið 11.50. Heiðursmerkjahandan verður kl. 12.30. Tilmelding og avheintan av startnummurum verður í bygdarhúsinum frá kl. 10.00. Prísurin er sum vanligt 50 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn. Gevið gætur, at eingin tilmelding er á netinum. Bygdarhúsið stendur nakað innanfyri bátahylin, og har er eisini skilabest at sleppa sær av við bilin.
Undirtøkan hevur altíð verið góð í Kollafirði. Hetta er frá startinum í 2009, tá Andrias Hansen ráddi fyri borgum. Hendan dagin var hann tó illa fyri, og Sam Vang fór avstað við sigrinum hjá monnunum.