Home FÍF Støðurnar í TF Vetrarkappingini áðrenn seinasta umfar

Støðurnar í TF Vetrarkappingini áðrenn seinasta umfar

by Hallur Holm

Stóri finaludagurin í TF Vetrarkappingini verður leygardagin klokkan 15.00 í Runavík, tá Roysnið skipar fyri kappingarumfarinum, sum eisini er FM-kapping í 10 km landavegsrenning. Dreingir og gentur renna 5 km. Øll kunnu luttaka.

Enn er spenningur í fleiri kappingum, men serliga í liðkappingunum er stórur spenningur um, hvør fer avstað við  silvur- og bronsuheiðursmerkjunum, og hvør fær svartaper og fjórðapláss. Kappingin í ár bleiv merkt at, at annað umfar mátti avlýsast vegna nógva ísin tá Kerjarenningin, skuldi rennast.

Tað hava ikki verið eins nógvir rennarar við hendan veturin, sum teir báðar undanfarnu. Tað kunnu vera ymiskar orsøkir til tað, men ein er so, at fleiri rennarar enn vanligt hava fingið skaða. Og júst hetta kemur sannlíkt eisini at merkja samlaðu kappingina – bæði fyri lið og einstaklingar.

Av tí at hetta eisini er FM-kapping, kunnu vit rokna við at úrslitini broytast eitt sindur, tí fleiri sterkir rennarar, sum ikki hava luttikið so nógv í TF Vetrarkappingini ætla sær at kappast um FM. Ein av hesum rennarunum er Marna Egholm, sum sostatt er stórfavorittur at vinna kappingina hjá kvinnunum.

Allar støður síggjast niðanfyri, so øll hvør í sínum lagi kunnu rokna rætta taktikkin út til leygardagin.

Møtt verður í kantinuni í Skúlanum við Løkin, har startnummur verða latin frá klokkan 14.00 til 14.45. Møguleiki er at melda til á staðnum. Kostnaður er sum vanligt, 50 kr. fyri vaksin og 30 kr. fyri børn.

Runnið verður um FM í somu aldursflokkum sum sjálv TF Vetrarkappingin.

Tilmeldingin liggur her

Einki umklæðingarhøli er tøkt áðrenn kappingina, men aftaná verður møguligt at fara undir brúsu í umklæðingarhølunum í Bylgjuni.

Hugnaløta við drekkamunni, heiðursmerkja- og steypahandan verður í kantinuni í Skúlanum við Løkin.

Bæði Roysnið og FÍF ynskja góða undirtøku.

kvinnur opin bólkur menn opin bólkurlið kvinnur lið menn  veteran menn veteran kvinnur ung supervet

0 comment
0

Related Articles