Home BETRI Vetrarkappingin Støðurnar í TF Vetrarkappingini eftir 7. umfar

Støðurnar í TF Vetrarkappingini eftir 7. umfar

by Guttorm Sørensen

So eru støðurnar uppgjørdar eftir 7. og næstseinasta umfar, sum varð hildið í Vági í vikuskiftinum. Nakrar plaseringar í oddinum eru longu avgjørdar, men í ymsum bólkum er framvegis spenningur um hvussu endaliga raðfylgjan verður eftir seinasta umfar, sum verður avgreitt í smb. við Várkappingina í Runavík leygardagin 22. mars.

Várkappingin verður vanliga runnin seinasta leygardag í mars, men orsakað av HM í hálvmaraton í Keypmannahavn tá, so er hon flutt eina viku fram.

Í einstaklingakappingini telja fimm tey bestu umførini, og harumframt verða latin ávikavist 1, 2 og 3 bonusstig fyri at hava gjøgnumført seks, sjey og átta umfør.

Støðurnar í ymsu bólkunum eftir sjey umfør síggjast niðanfyri:

Í liðkappingini telja øll umførini, og skal ein, eftir seinasta umfar, hava gjøgnumført í minsta lagi fimm umfør, fyri at telja við á einum liði.

 

 

0 comment
0

Related Articles