Home FÍF Stórfundur um frælsan ítrótt

Stórfundur um frælsan ítrótt

by Hallur Holm

Hóskvøldið 2. oktober frá klokkan 19.00 til 21.00 skipar FÍF fyri Stórfundi um frælsan ítrótt. Stórfundurin verður fyrst og fremst hildin, so at øll kunnu koma til orðanna og verða við til at ráðgeva nevndina og koma við nýggjum hugskotum og íblástri. Vit fara at tosa um tað mesta sum hendir, um tað sum kanska ikki hendir og um hvat kann henda. Vit í nevndini vilja hjartans fegin hoyra, hvat tit hava at siga um:

  • Kalendaran 2014/15
  • Vetrarkappingina 2014/15
  • Møguliga avtøku av Summar-Grand-Prix
  • Landsliðsavbjóðingar 2015
  • Venjaraskeið av ymsum slagi – børn – svenskt 12-14 – IAAF – motionstræner
  • Dómaraskeið
  • Møguliga broyting í aldursbólkasamanseting?
  • Talentbólkurin til VU-Spelen?
  • Talentbólkurin og venjingarlegur?
  • Flyta FM Vaksin og FM Ung?
  • Eru vit nóg sjónlig í fjølmiðlamyndini
  • Og mangt annað – tit eiga orðið

Vit vænta og vóna at síggja so nógv fólk sum møguligt! Nevndarlimir, venjarar, ungdómsíðkarar, motiónsrennarar, talentbólkin, oyl-kandidatar, maratonrennarar,  ja, øll sum bara hava eitt sindur av áhuga í tí, sum fyriferst í okkara umhvørvi.

Meira nágreinað kunning um fundin í næstu viku. Setið ein stóran X í kalendaran!

 

 

0 comment
0

Related Articles