Leygardagin klokkan 11.00 byrjar Stórkappingin, sum FÍF skipar fyri saman við feløgunum. Tað verða sum vanligt tríggir kappingardagar, og hvør aldursbólkur hevur fýra kappingargreinar hvønn dagin.
Til kappingina á Tórsbreyt leygardagin verður kappast soleiðis:
- Gentur og dreingir -7 ár: 40 m
- Gentur og dreingir 8-9 ár: 40 m, 600 m, bóltkast og longdarlop
- Gentur og dreingir 10-11 ár: 100 m, 600 m, bólkast og hæddarlop
- Gentur og dreingir 12-13 ár: 100 m, 600 m, klingrukast og hæddarlop
- Gentur og dreingir 14-15 ár: 100 m, 1.000 m, klingrukast og trístøkk
- Gentur og dreingir 16-17 ár: 100 m, 1.000 m, klingrukast og trístøkk
- Gentur og dreingir 18-19 ár: 100 m, 1.000 m, klingrukast og trístøkk
- Kvinnur og menn +20 ár: 100 m, 1.000 m, klingrukast og trístøkk
Kappingarnar byrja klokkan 11.00, og verður tað Bragdið, sum er vertur fyri fyrstu kappingina. Tilmeldingin liggur klár, og meldast skal til í seinasta lagi týskvøldið klokkan 23.00. Hetta er ein nýggj tilmelding, har til ber at gera allar tilmeldingarnar í somu umbering. Gevið gætur, at tit upplýsa rætta føðiárið.
Tað er ókeypis at luttaka í Stórkappingini, sum í sambandi við nýggju stuðulsavtaluna hjá FÍF kemur at bera heitið “Betri Stórkappingin”.
Á bjálkanum á forsíðuni undir “Reglur” og síðan “Grand Prix á breyt” og síðan “Reglur Betri Stórkappingin 2017”, kann lesast, hvussu kappingin er skipað.
Eins og undanfarin ár ætla vit eftir loknar kappingar at savnast til afterparty, har samlaðu vinnararnir verða heiðraðir.