Home FÍF Summar Grand Prix fyri vaksin?

Summar Grand Prix fyri vaksin?

by Hallur Holm

Leygardagin er norðoyastevnurenningin á skránni. Og norðoyastevnurenningin hevur í nøkur ár eisini verið startskotið til Grand Prix kappingina, sum hevur verið til flestu summarstevnurnar. Fyri nøkrum árum síðani varð givist við at hava Grand Prix kappingina fyri børn. Tíðin var tá búgvin at flyta frælsa ítróttin inn á breytina, og Grand Prix fyri børn er tí nú bara inni á breytini. Men barnarenningarnar á stevnunum hava tó hildið fram sum vanligt.

Í fjør vóru sjey Grand Prix stevnurenningar. Fyri at telja við í samlaða roknskapinum, skuldi hvør luttakari hava verið við í minst fimm kappingum. Bonus-stig vórðu latin til tey, ið runnu seks og sjey umfør. Kappingarnar hvør sær vóru bæði væl vitjaðar og eisini væleydnaðar. Men tað er eitt sindur ivasamt hvussu íðin fólk vóru eftir at samla sær stig til at vinna samlaðu kappingina. Gaman í. Onkur legði nógv fyri og fór á jóansøku í speedbáti at skora nøkur bílig stig, men um vit hyggja at stóru myndini var áhugin kanska ikki so stórur.

Fýra kvinnur, harav tvær veteranar, komu ígjøgnum kappingina, meðan 14 menn, harav tveir veteranar og tveir superveteranar, komu allan vegin á mál. Á aðalfundi FÍF’s varð umrøtt, hvørt tað loysti seg at skipa fyri Grand Prix stevnurenningum fyri vaksin í ár. Um hugurin er til staðar. Niðurstøðan var, at hetta skal vera upp til rennararnar. So tit eru vælkomin – undir viðmerkingum til hesa greinina – at siga tykkara hugsan. Um tit hava hug at savna stig, ella tað er líka mikið. Tit eru eisini vælkomin at siga tykkara hugsan við undirritaða ella við Guttorm leygardagin. Tí er áhugi og grundarlag fyri kappingini, verður hon sjálvandi gjøgnumførd.


Tað var ikki ætlanin, at øll skuldu rúmast á sigurspallinum samstundis. Er hetta tekin um líkasælu viðv. stevnu-Grand Prix? Ella er áhugin enn millum kvinnur og menn at savna sær stig saman gjøgnum summarstevnurnar?

Kanska varð ov nógv kravt í fjør? Sjey stevnurenningar, har kravt varð at luttaka í fimm. Kanska skal tað talið vera lægri. Í øllum førum var semja á aðalfundinum, at stevnurenningarnar bert verða fyriskipaðar, har lokalar kreftir taka initiativið til at skipa fyri. Í skrivandi stund vita vit tí enn bert um kappingar á norðoyastevnu, eystanstevnu, jóansøku, vestanstevnu og á ólavsøku.

Men sigið tykkara hugsan í viðmerkingum til hesa greinina. Ella sigið tað við Guttorm ella undirritaða leygardagin í Klaksvík.

3 comments
0

Related Articles

3 comments

Kølle 30.05.12 - 22:40

Godt initiativ at lade deltagerne komme med kommentar til temaet.
Jeg kan for mit vedkommende klart melde ud, at jeg ikke laegger noget i om der er det ene antal eller det andet. Jeg deltager i de loeb jeg kan komme til, naar ikke arbejdet laegger hindringer i vejen. Jeg ved at jeg ikke er god nok til at komme paa skamlen, med mindre der kun er tre deltagere i min klasse. Derfor stiller jeg op fordi jeg kan lide konkurrence og praesterer bedre under pres, og ikke fordi jeg skal samle grand prix point. Det er nok alle bekendt hvem det er som kan komme i betragtning til medaljer, og allerede dette er maaske medvirkende til at begrebet Grand Prix bliver udvandet for den brede deltagerskare. Af samme grund viser det sig nok ogsaa at naar der er mange loeb paa programmet, og man alligevel ved at man ikke kan vinde noget, har nemmere vede at tage beslutning om ikke at moede op til et staevne.
Maaske kunne deltager tallene holdes bedre oppe, hvis den almindelige loeber evt kunne vaere heldig at vinde en gave paa sit start nummer, saaledes at alle foelte de havde en chance.
Ellers saa er der efterhaanden saa mange loeb at deltage i at nogle af os maa prioritere baade deltagelse og evt indsatsen i loebet.

Herluf Jakobsen 03.06.12 - 19:46

Hey.
Eg kann bara siga fyri meg, at mær dámar væl leistin sum hevur verið. Mær dámar væl at luttaka, altíð stuttligt og hugaligt at møta rennarum. Vit tosa sama “mál” og hava tað hugnaligt saman. Men tað er eisini kapping og tað er gott. Sigi sum Kølle, at eg havi sjáldan møguleika at koma á skammilin og tí er tað ein gularót, at kunna samla so nógv stig sum møguligt.

Í mínari verð, er talan um tvær kappingar. Grand Prix og so einstaka stevnurenningin. Tað sum tó er mest avgerandi í mínari verð, er, at tað verður skipa soleiðs, at vit fáa fleiri og fleiri luttakarar.

Hetta er so mín meining. Gott at fingið fleiri meiningar fram.

Annars stórt herðaklapp til tykkum sum fyriskipa. Tit eiga stórt rós uppiborið 🙂

Eirikur Hansen 05.06.12 - 21:10

Eri rættiiga samdur vid Herluffi. Eri eisini av tí fatan, at verdur Grand Prix kappingin avtikin, so er stórur møguleiki fyri, at tad kemur at ganga út yvir kappingarmótivatiónina hjá serliga teimum, sum kappast í oddinum. Tad er nógv størri at vinna eina samlada kapping enn eina einstaka tilvildarliga kapping. Samlada kappingina vinnur ein bara vid at møta til allar kappingarnar og vid at trena sera sera hart! Endamálid vid Grand Prixnum er jú at at fáa øll at møta til allar kappingarnar.

Eg skilji væl, at tad ferd vid nógvari tíd at halda skil á og dagføra stigastalvuna, men tad burdi verid ein lættari skipan, sum var nógv lættari at halda skil á. Í Kappródri fáa tildømis bara 7 teir fremstu bátarnir stig. Persónliga eri eg ikki fyri at avtaka GP-kappingina.

Haldi sum Herluf: Tídningarmikid er at fáa so nógvar luttakarar sum gjørligt. Altíd stuttligt at møta øllum hinum rennarunum. Ansast má tó eftir at “elitan” vardveitir hugin at kappast og harvid betrast.

Stóra takk til tykkum sum ferd eftir ferd fyriskipa grand Prixid og allar hinar kappingarnar. Uttan tykkum, so vóru ikki hesar rennikappingar. Tit hava stórt rós uppiborid

Comments are closed.