Home FÍF Sundalagsstevna 2013 – nýtt og gott gamalt !

Sundalagsstevna 2013 – nýtt og gott gamalt !

by Guttorm Sørensen

Í samband við Sundalagsstevnuna, sum í ár verður hildin í Hvalvík/Streymnesi, skipar Bragdið fyri rennikapping. Kappingin er liður í Grand Prix renning, sum verður fyriskipa í samband við summarstevnurnar. Hetta er so GP 2 í 2013.

Renningin verður leygardagin 15. juni kl. 11.00. Bragdið brúkar chip tíðtakingarskipanina, at avgreiða kappingina við. Tað merkir, at allir luttakarar fáa eitt chip, sum skal festast á annan skógvin. Tá rennari kemur á mál, rennur hann um eina máttu, sum skrásetur tíðina.


Frá startinum í Streymnesi í 2010

Rutan hjá børnum er frá felagshúsinum við Margáir og inn móti Saksunardali. Undantikin eru størstu børnini, sum renna 1 umfar saman við teimum vaksnu.

Rutan hjá teimum vaksnu er frá felagshúsinum við Margáir, út á landsvegin við Streymnes, yvir til Hvalvík, eftir bygdavegnum til skúlan og aftur til Streymnes. Hesin teinur skal rennast 3 ferð og so á mál. Børn -17 ár renna 1 umfar, saman við vaksnu rennarunum.

Tey sum ikki seta seg føran fyri at renna 8,1 km, hava hesaferð ein góðan møguleika at luttaka. Tí vit hava eina motiónsrutu fyri vaksin, 16 ár ella eldri, sum er 3,1 km.

Aldursbólkar í Grand Prix síggja soleiðis út:
• Kvinnur opin bólkur (f. -1997) tvs. 16 ár ella eldri
• Menn opin bólkur (f. -1997) tvs. 16 ár ella eldri
• Kvinnur (K45+) veteranar (f. 1958-1967) tvs. 46-55 ár
• Menn (M45+) veteranar (f. 1958-1967) tvs. 46-55 ár
• Kvinnur (K55+) superveteranar (f. -1957 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
• Menn (M55+) superveteranar (f. -1957 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
Aldurin verður roknaður sum blivin aldur tá árið er runnið.

Skráin fyri rennikappingina leygardagin 15. juni á Sundalagsstevnu, sær soleiðis út:
kl. 11.00 Menn/Kvinnur opin bólkur (f. 1997 ella fyrr) – 8,1 km
kl. 11.00 Veteranar (f.1958-1967) – 8,1 km
kl. 11.00 Superveteranar (f.1957 ella fyrr) – 8,1 km
kl. 11.10 Motiónsrenning vaksin, 16 ár ella eldri (f.-1997) – 3,1 km
kl. 11.15 Dreingir-17/Gentur-17 (f.1996-1999) – 3,1 km
kl. 11.55 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2006 ella seinni) – 500 m
kl. 12.05 Dreingir-10/Gentur-10 (f.2003-2005) – 1000 m
kl. 12.15 Dreingir-13/Gentur-13 (f.2000-2002) – 1.500 m
kl. 12.30 Heiðursmerkjahandan við Margáir

Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum. Undantikið er motiónsrenning vaksin. Har er onki heiðursmerkið, men tú fært eina skrásetta tíð.

Tilmelding og gjalding fer fram her síðuni. Freistin fyri online tilmelding er fríggjakvøldið 14. juni klokkan 18.00. Luttøkugjaldið er kr. 60 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. Tey sum tilmelda seg online, skulu avheinta startnummur við Margáir í góðari tíð áðrenn start.

Eisini ber til at tilmelda seg við Margáir, í seinasta lagi ½ tíma áðrenn fyrsta renningin byrjar. Allir luttakarar verða bidnir um at møta við Margáir í góðari tíð áðrenn renningin byrjar.

Øll eru vælkomin at verða við, eisini tey, sum ikki ætla at luttaka í Grand Prix, og vónar Bragdið, at undirtøkan verður líka góð, sum hon hevur verið árini frammanundan.

Fleiri góðar myndir frá 2010 eru at finna her 🙂

0 comment
0

Related Articles