Súsanna Skylv og Andrias skjótast Runt Agnið

Skrivað hevur

So er fyrsta umfar av Betri Vetrarkappingini farið afturum, og uppmøtingin á Toftum boðar frá, at vit aftur hendan veturin fara at fáa eina fólkaríka kapping. Omanfyri 100 luttakarar vóru við hetta fyrsta umfarið Runt Agnið.

Tað varð sæð við miklum spenningi fram til kappingina hjá kvinnunum, tí nú var eingin Rebekka Fuglø og heldur eingin Rigmor N. Arge við. Unga Oddvør Josephsen er rykt upp í kvinnuunglingar og harvið opna bólkin, men hon var heldur ikki við. Beinta Hoydal Joensen hevur runnið so sera væl á maratonteininum hetta seinasta árið, og var tí spádd at hava vinnaramøguleikar.

Men so var tað eisini Súsanna Skylv, sum vit ikki hava sæð til rennikappingar í áravís. Hon umboðaði Føroyar á oyggjaleikunum á Álandi í 2009 og vann tað einasta heiðursmerki í frælsum ítrótti, sum Føroyar vunnu. Hetta gjørdi hon við at gerast nummar tvey á 10.000 m við tíðini 37.59,33 min. So hóast hetta eru góð átta ár síðani, fer ein slík klassatíð altíð at gera hana til eina av favorittunum í einari føroyskari rennikapping.

Runt Agnið 2017 Súsanna Skylv
Súsanna kom aftur, sá og sigraði og nýtur sigursløtuna á málstrikuni

Tað var Súsanna, sum legði harðast út, men longu tíðliga í mótbrekkunum, tók Beinta hana aftur, og fekk eitt lítið hol. Komnar oman á Rituvíkarvegin fer Súsanna afur at elta Beintu, sum megnar at halda stand nakað framvið rundkoyringini. Tá tekur Súsanna Beintu aftur, og rennur 18 sekund undan henni til tær koma á málið á Toftum.

Ann-Mari av Skarði úr Bragdinum var nakað aftanfyri tær báðar fremstu, men rímiliga trygg á triðja plássi framman fyri Astrid Joensen.

Tíggju tær bestu kvinnurnar í opna bólkinum:
1. Súsanna Skylv, Hvirlan, 44.25
2. Beinta Hoydal Joensen,Bragdið, 44.43
3. Ann-Mari av Skarði, Bragdið, 47.35
4. Astrid Joensen, Roysnið, 48.12
5. Hallbjørg Danielsen, Roysnið, 48.38
6. Petra Weihe Mikkelsen, Roysnið 50.20
7. Sigrun Kallsoy Kristiansen, Bragdið, 51.48
8. Svanna V. Lutzen, Treysti, 51.52
9. Marita Andrasardóttir, Hvirlan, 51.58
10. Eydna Weihe, Bragdið, 52.01

Við Jan Elmari Sørensen á skaðalistanum, varð lagt upp til tvídyst millum Julian Gregersen úr Treysti og Andrias Hansen úr Bragdinum, við seinast nevnda sum favoritti. Andrias er sera væl fyri í løtuni, og tá skal hann helst megna at gera lívið súrt fyri miðteinarennaran. Tað gjørdi Andrias eisini, og slapp longu leysur í fyrstu brekkunum. Allan vegin hevði hann meira ferð enn Julian, og á málinum var hálvur annar minuttur millum teirra. Julian var tó tryggur á silvurplássinum, ein minutt frammanfyri unga Gunnar Sivertsen, sum fyri fyrstu ferð trein á sigurspallin hjá teimum vaksnu. Sera gleðiligt, at sígga framgongdina hjá Gunnari.

Tíggju teir bestu menninir í opna bólkinum:
1. Andrias Hansen, Bragdið 37.17
2. Julian Gregersen, Treysti, 38.42
3. Gunnar Sivertsen, Treysti, 39.40
4. Regin Thomsen, Roysnið, 40.46
5. Hjalmar Sjóvará, Bragdið, 40.57
6. Lau Jensen, Roysnið, 41.23
7. Uni Svabo Joensen, Frælsi 41.26
8. Heini Gregersen, Treysti, 42.04
9. Regin Mittún, Bragdið, 42.18
10. Alex Troleis, Roysnið, 42.26

Runt Agnið 2017 Andrias á mál
Andrias Hansen heldur á fram har hann slepti seinasta kappingarár, tá hann vann seinastu Vetrarkapping umframt FM á 5.000 m.

Børnini
Fyri at gera renningina hjá børnunum eitt sindur meira áhugaverda, byrjaðu tey hesuferð 20 minuttir aftaná startin hjá teimum vaksnu. Tað merkti, at tey byrjaðu umleið, tá fremstu rennararnir komu framvið teimu. Hetta gjørdi at tey komu at kappast við tey vaksnu, og at øll komu á mál nøkulunda samstudis sum onkur av teimum vaksnu. Um júst hetta var orsøkin til góðu úrslitini, skal ikki verða sagt, men hesi heilt ungu fingu sera góðar tíðir á fimm kilometra langa teininum hjá teimum. Úrslitini vóru hesi:

Gentur:
1. Anna Katrina Mikkelsen, Roysnið, 20.46
2. Vibeka Eihilt Sivertsen, Treysti, 20.58
DNS Maria Biskopstø, Treysti

Dreingir:
1. Hans Erland Thomsen, Bragdið, 18.33
2. Ingi Johannesen, Roysnið, 19.30
3. Rúni Samson Vang, Bragdið, 20.22

Runt Agnið 2017 Hans Erland á mál
Hans Erland Thomsen úr Bragdinum vann dreingjabólkin í fjør og aftur í ár. (20 min. skulu takast av klokkuni)

Runt Agnið 2017 Regin Thomsen nr 1 genta
Anna Katrina Mikkelsen vinnur gentubólkin, og Regin Thomsen fær sítt besta úrslit nakrantíð í Vetrarkappingini við at gerast nr. 4 – aftanfyri hómast Vibeka Sivertsen, sum bleiv nr. 2 hjá gentunum, og Hjalmar Sjóvará, sum bleiv nr. 5 í opna bólkinum, men vann veteranbólkin.

Ultra-veteranar
Sum nakað nýtt eru vit farin undir eitt royndarár við sonevndum ultra-veteranum. Hetta er aldurbólkurin +65 ár ella tey, sum eru fødd í 1952 og fyrr. Ein kvinna og fimm menn vóru við til fyrstu kappingina, og søga varð skrivað, tá fyrsti ultraveteranurin kom á málið. Ikki óvæntað gjørdist talan um Jens Weihe úr Frælsi, sum eisini megnaði at leggja allar superveteranarnar afturum!

Runt Agnið 2017 fyrsti 1. ultraveteranur
Jens R. Weihe úr Frælsi gjørdist fyrsti ultraveteranur nakrantíð at koma á mál. Tað er Rói Herup Olsen (54), sum vil vera við á søguligu myndini

Runt Agnið 2017 Jóngerð Høgnesen
Og fyrsti kvinnuligi ultraveteranur gjørdist (sjálvsagt) Jóngerð Høgnesen úr Bragdinum. Tær, ið fagna løtuna saman við henni eru Anna Sofía Kristiansen úr Bragdinum (66) og Anna Christiansen úr Roysninum. 

Runt Agnið 2017 Elisabeth Rasmussen
Elisabeth Rasmussen úr Bragdinum vann superveteranarnar hjá kvinnum

Runt Agnið 2017 John Egholm
John Egholm úr Hvirluni vann superveteranbólkin hjá monnum

Øll úrslitini síggjast HER

Og myndir, sum Helgi Johannesen hevur tikið við myndatólinum hjá Jóannesi Poulsen, síggjast HER

Runt Agnið 2017 3-2
Wolles og Elna frá 3-2 fingu eina góða frásøgn frá kappingini

Runt Agnið 2017 Arnfinn
Mr. Roysnið, Arnfinn Johannesen, og restin av Roysnið-toyminum komu sum altíð sera væl frá fyriskipanini

Runt Agnið 2017 Troleis
N
ógv nýggj andlit vóru at síggja leygardagin. Her er tað Alex Troleis, ein av okkara altjóða FIFA-dómarum. Hann dugir ikki bara at floyta. Tað gjørdist eitt flott 10. pláss til hansara. Og eingin skeldaði hann. 

Runt Agnið 2017 Tey Grønu
Vartandi felagið Roysnið, hevur gjørt nógv burturúr seinastu tíðina, og tað sást aftur í fyrstu kappingini í vetur. Grøni liturin var rættiliga eyðsýndur allan vegin Runt Agnið

Runt Agnið 2017 Hilmar Hansen
Vetrarkappingin er eisini gott høvi hjá øðrum ítróttargreinum at royna seg. Her er tað oyggjaleikasúkklarin Hilmar Hansen, sum kýtir seg um málstrikuna

 

 

 

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>