Home FÍF Svangaskarð – úrslit og myndir frá GP BU 2

Svangaskarð – úrslit og myndir frá GP BU 2

by Hallur Holm

Í allar fagrastu líkindum til frælsan ítrótt, varð gjørt klárt til 2. umfar av GP BU. Sjálvdan – um nakrantíð – hevur veðrið verið so gott, tá tiltøk í frælsum ítrótti hava verið fyriskipað á Svangaskarði. Og undirtøkan var eisini stak góð. 78 luttakarar og 164 fráboðaðir startir boðaðu frá einari stuttligari og spennandi kapping.


Óluva Allansdóttir Joensen í longdarlopi

Men so kom sperðil í. Tí hóast FÍF fyri fleiri vikum síðani gjøgnum B68 hevði tryggjað sær rættindini til breytina, høvdu teir gloymt alt um hetta og lagt ein 1. deildardyst nett somu tíð sum okkara kapping skuldi fara fram. Nú vóru góð ráð dýr. Tingast varð til høgru og vinstru og at enda varð avrátt, at vit skuldu royna at koyra bæði tiltøkini, og bera yvir við hvørjum øðrum. Og sigast má, at sjálvt um kappingin bleiv nakað seinkað og nakað órógvað, so spældi bara væl av kortini.


Rúni Seloy fremstur á mál á 200m

Ilt er taka ávís úrslit burtur úr allari rúgvuni, men tvær kappingar sóu frammanundan út til at gerast sera spennandi. Tí hóast hetta eru barna- og ungdómskappingar, eru tað nakrir íðkarar, sum eru millum tey allarfremstu í landinum. Og her var í tveimum førum lagt upp til tvídyst millum rutinu og stjørnuskot. Fyrst á 200 m, har vit fingu ein dyst millum rutineraðu Rebekku Fuglø og framstormandi Elsu Berg. Rebekka fekk tó víst Elsu, at hon má heim at venja meira áðrenn hon kann kalla seg føroya skjótastu á 200 m. Bert 1/10 sek var Rebekka frá sínum egna meti frá seinastu oyggjaleikum. Elsa vann bólkin 14-15 ár meðan Rebekka vann bólkin 16-17 ár.


Bjørk, Rebekka, Elsa og Dagmar koma framvið 200m á 1.000m teininum

Hin tvídysturin var á 1.000 metrum millum rutineraða Rúna Seloy, sum nýliga var í Moskva og prógvaði sítt virði internationalt, og stjørnuskotið av Morskranesi, Marnar Djurhuus, sum seinasta vikuskiftið setti stevnumet á 2.000 metrum í siðbundnu kappingini í Savedalen, Svøríki. Aftur her var tað tann eldri, sum ikki vildi víkja sítt sæti sum besti miðteinari í Føroyum í løtuni. 7 sekund fekk hann lagt Marnar aftur um seg, men teir vístu báðir, at teir eru sannir úrmælingar. Rúni vann bólkin 16-17 ár, meðan Marnar vann bólkin 14-15 ár.

  
Tórur Mortensen stoytir kúlu.   Karin K. Petersen var dómari í kúlustoyti og Andreas Josephsen í longdarlopi

 Toppskorararnir í kvøld vóru Marnar Djurhuus (1.000 m) Bjørk Herup Olsen (1.000 m) og Dánjal Jákup Niclasen (200 m) Men eisini fleiri av teimum yngru royndust væl, og av feskum andlitum kunnu nevnast Tinna Berg Jørgensen og Katarina Høj, sum lógu væl omanfyri 700 stig.


Gwenael, Regin, Rúni og Marnar beint eftir 1.000m renningina

Tað var Treysti, sum stóð sum fyriskipari av kappingini. Við nýklæktum dómarum á øllum kappingargreinunum, verður hetta samstundis fyrsta kapping her heima, sum verður góðkend hjá Dansk Atletik Forbund – DAF. Øll úrslitini verða í nærmastu framtíð løgd inn á stóra úrslitadatabasuna hjá DAF, sum finst á www. statletik.dk


Rebekka, Bjørk, Dagmar, Anita og Elsa eftir 1.000m renningina

3. umfar av GP BU verður í Havn leygardagin 26. juni. Tá verður tað Hvirlan, sum stendur sum vertur. Greinarnar, sum kappast skal í, finna tit undir “reglur” á forsíðuni. Meira kunning umhesa kapping verður seinni.

Urslit 2.GBPU Spurtteinar

Urslit 2.GBPU Midteinar

Urslit 2.GBPU Longdarlop

Urslit 2.GBPU Kulustoyt

Myndir sum Jonhard Larsen hevur tikið eru at finna HER

0 comment
0

Related Articles