Home FÍF Svein Arne Hansen vil hjálpa føroyingum

Svein Arne Hansen vil hjálpa føroyingum

by Hallur Holm

Hesar seinastu tríggjar dagarnar hevur FÍF havt sera spennandi vitjan. Eingin annar enn forsetin fyri European Athletics, Svein Arne Hansen, var umborð á flogfarinum hjá Atlantic, sum kom úr Bergen um middagsleitið mánadagin. Við á ferðini vóru eisini teir báðir Ole Petter Sandvig og Kalle Glomsaker. Teir eru báðir limir í Annlegsutvalget hjá Norsk Friidrett, og hava drúgvar royndir við bygging, viðlíkahaldi og umvæling av breytum.

Mánadagin varð beinanvegin farið til Svangaskarð, har borgarstjórin í Nes Kommunu, Jóhannus Danielsen, og formaðurin í teknisku nevnd, Niclas Davidsen, tóku ímóti. Teir greiddu frá søguni um útbyggingarnar á Svangaskarði og um ætlanirnar at inniloka gamla vøllin og alla rennibreytina. Hetta ljóðar til at vera eitt sera spennandi projekt.

Vit hugdu sjálvandi eisini eftir skaðanum, sum breytin hevur, og norsku teknikararnir mettu um. Einir 100 fermetrar skulu gerast av nýggjum, tí at lendið er smokkað undan, og breytin er sprekkað.

European Athletics1
Ole Petter, Kalle og Svein Arne í kantinuni á Svangaskarði

Síðani fóru vit beina leið til Klaksvíkar, har Dávur Winther frá Klaksvíkar kommunu legði fram ætlanirnar um bygging av nýggjari breyt. Normenninir vóru stak væl nøgdir við tað teir sóu, og komu eisini við mongum góðum ráðum. Sum teir siga, verður eingin kommuna von við at byggja breytir, tað ger man bara einaferð. Ole Petter hevur fylgt byggingini av fleiri enn 100 breytum, og veit tí alt um, hvørjir feilir kunnu gerast, og hvørjar fellur man kann detta í. Formaðurin í Treysti, Andrias Josephsen og Guttorm Sørensen vóru eisini við á fundinum eins og Signhild Johannesen, forkvinna í mentunnarnevndini.

Ein biltúr til Viðareiðis, ein túr niðan kærleiksgøtuna, ein túr norð í Strond og eina vitjan hjá Treysti í badmintonhøllini fingu vit eisini tíð til. Síðan ein góðan bita á Gepetto, áðrenn teir sluppu suður til Havnar.

European Athletics
Olle Petter, Kalle, Ásvald og Gutti. Gutti greiddi frá um høllina og Treysti

Týsmorgunin vóru teir í Løgtinginum, har Óli Breckmann greiddi teimum frá Føroya søgu, heilt frá landnámi til nútíðina. Teir vóru sera hugtiknir av søguni, sum á so mangar mátir førir til Noregs.

Óli Brechmann
Óli Breckmann segði frá, Svein Arne lurtaði, og løgtingsstjórin Jonhard Klettheyggj var vertur.

So varð farið niðan á Tórsbreyt og í teknikkrúmið at vísa teimum umsøðurnar í Havn. Teir vóru væl nøgdir at síggja útgerðina hjá FÍF og umstøðurnar í sjálvum teknikkrúminum. Í mun til norskar umstøður, er teknikkrúmið langt yvir miðal. Teir løgdu tó til merkis slit og mosa á breytini, umframt at teir høvdu viðmerkingar til manglandi sargir og stangarlopsútgerð.

Aftaná rundvísingina á Tórsbreyt var fundur við FÍF. Svein Arne greiddi frá, at hann veruliga er sinnaður at gera alt hann kann fyri at hjálpa Føroyum framá. Associeringsavtalan millum FÍF og Dansk Atletikforbund varð umrødd og Svein Arne vil fegin stuðla okkum í einari møguligari broyting av avtaluni. Hann vil eisini hjálpa og stuðla okkum móti einum møguligum limaskapi í IAAF, hóast hetta er í móti lógini. Men lógir kunnu bendast. Fyri at gera Føroyar meira kendar millum hini londini í Evropa, varð ítøkiliga tosað um at halda fund her heima fyri European Commity, sum er eitt 9-mannanevnd undir European Athletics. FÍF er sinnað at taka við hesum vertsskapi og gleða okkum til uppgávuna.

Jóannes Patursson
Kalle, Jóannes, Ole Petter og Gutti innimúraðir

Seint seinnapartin fóru vit til Kirkjubø, har Jóannes Patursson tók ímóti. Her fingu norsku gestirnir enn meira innlit í norska søgu, sum teir einki kendu til frammanundan. Søgan um Sverra Kong og Birkibeinararnar hugtók teir.

Týskvøldið var ÍSF vertur fyri einum døgverða við FÍF og gestunum. Heimablídni á Velbastað var karmur um kvøldið, sum gjørdist sera hugnaligt. Hetta kvøldið vísti ógvuliga greitt, hvussu stórur munur er á at vera eitt altjóða góðkent sersamband og ikki at vera. Næstformaður ÍSF’s, Jon Hestoy, hevur verið formaður í Svimjisambandinum í nógv ár, og hevur sett sítt føroyska stempul so nógvastaðni kring ítróttarheimin. Tað var sera áhugavert at staðfesta, at forsetin fyri European Athletics og SSF skuldu hava so nógvar felags kenningar kring heimin.

Mikumorgunin vóru vit og vitjaðu norska konsulin í Føroyum, Petur Even Djurhuus, sakførara. Eisini hann kundi greiða frá ókendari norskari søgu í Føroyum. M.a. greiddi hann frá øllum teimum mongu normonnunum, sum flýggjaðu undan nazistunum í 1940. Einir 100 endaðu í Føroyum, og Petur Even visti at fortelja um lagnuranr hjá onkrum teirra. Fleiri av norsku eftirnøvnunum í Føroyum stava frá heseum fólkum.

At enda var tað Jákup Símun Simonsen, sum vísti okkum nýggja bankabygningin hjá Bank Nordik, áðrenn ferðalagið fór avstað á miðdegi mikudagin.

Vit koma at skriva meira um vitjanina eitt sindur seinni.

 

 

0 comment
0

Related Articles