Home BETRI Vetrarkappingin Tað verður runnið í Sørvági sum ætlað

Tað verður runnið í Sørvági sum ætlað

by Hallur Holm

4. umfar av TF-Vetrarkappingini verður runnið leygarmorgunin kl. 11.00 sum ætlað. Beint fyri kl. 21 komu gravimaskinurnar ígjøgnum til Bíggjar. Grivið er heilt niður á asfalt, og sum tað toyar í kvøld og væntandi í nátt eisini, verður helst rennandi til Bíggjar og aftur í morgin.

Um hetta ikki letur seg gera, verður annar teinur runnin “eftir niðara vegi” og har um leiðir. Júst hvør teinur verður runnin, verður avgjørt í morgin tíðliga. Men runnið verður.

Tað er eisini koyrandi um Hálsin til Sandavágs.

Nú lovar hann landnyrðing norðan, 6 m/s, 3 stig og møguliga okkurt avfall. Altso av allarbesta renniveðri í morgin.

Síggjast í Sørvágs Skúla kl. 10 🙂

 

0 comment
0

Related Articles