Home FÍF Talentbólkurin aftur til arbeiðis.

Talentbólkurin aftur til arbeiðis.

by Hallur Holm

Talentbólkurin hevur ikki verið savnaður síðani VU-Spelen í fjørsummar. Aftur í ár fer talentbólkurin til VU-Spelen í Gøtuborg, og í hesum sambandi byrja regluligar landsliðsvenjingar aftur. Kappingin í Svøríki verður frá 9. -12. juli, og fyribils eru fýra vikuskifti sett av til venjingar, og onkur dagur kemur nokk eisini afturat.

Manningin í bólkinum er stórt sæð tann sama. Onkur er tó fallin frá, onkur farin í skúla í Danmark, og onkur lagstur afturat. Vikuskiftið 10.-12. februar hittast vit á fyrsta sinni. Tá verður kunnað um úttøkukrøv og um víðari venjingar fram móti sumrinum. Luttakararnir fáa boð um nær og hvar møtt verður.  Tað verða Guttorm Sørensen og Hallur Holm, sum fara at hava ábyrgdina fyri talentbólkinum.


Hópurin 2011 avmyndaður í Gøtuborg: Standandi fv: Gutti, Rúni, Heri, Trygvi, Steingrímur, Marnar, Hanus, Regin, Daniel, Rebekka, Hans, Elsa og Hallur
Húkandi fv: Marita, Katarina, Tinna og Karin (Hallur S. væntar á myndini)

0 comment
0

Related Articles