Home FÍF Talentbólkurin í Famará

Talentbólkurin í Famará

by Hallur Holm

 Í yvirskriftini átti kanska at staðið “Talentbólkurin í Porkeri” ella “Talentbólkuri á Jóansøku”, men síðani Jóhan í Kollafirði er blivin Jóhan í Famará, er Famará blivið Føroya kult-stað nr. 1, og tá vit nú vitjaðu garðin, var valda yvirskriftin ein sjálvfylgja.  Meira um tað seinni.

Men nú, smáar tvær vikur undan fráferð til VU-spelen og ársins størstu avbjóðing, fór talentbólkurin á sína seinastu venjingarlegu. Og hetta var fólkaríkasta venjingarlega higartil. Teir báðir Hvirluspurtararnir, Rúni Jacobsen og Tummas Napoleon Arge vóru við fyri fyrstu ferð. Vit vóru 21, sum stevndu suður  við Smyrli  fríggjakvøldið. Vit høvdu leigað skúlan í Porkeri, har umstøðurnar vóru framúr góðar. Bæði til matgerð, gisting  og venjing.

Fríggjakvøldið var einki ítøkiligt á skránni. Tað var longu seint, tá vit komu á pláss, og restin av kvøldinum varð nýtt til frítt spæl í fimleikarhøll skúlans. Morgunin eftir var jóansøkurenningin, har sjey av okkara skuldu luttaka. Hini skuldu ganga úr Porkeri til Vágs, har renningin fór fram runt Vatnið.

Renniúrslitini vóru góð. Einar og Regin blivur nr. 2 og 3 hjá monnum. Bjørk vann hjá kvinnum. Sára vann gentur 17, Katharina vann gentur 13, Teitur vann dreingir 17, og Debes , sum var við sum leiðari, varð nr. 3 hjá veteranunum. Samlaðu úrslitini frá jóansøkurenningini koma seinni her á síðuni.

So var koyrt aftur til skúlan, til stóra kalda borðið við heitum frikadunsum , eggum o.ø. Maturin varð sodnaður við kappróðrarøkið, men 17.30 var aftur álvari. Cirkul-venjing í fimleikarhøllini. Ljóðanleggið “hjá Gutta” koyrdi í hægsta gervi, og tað gjørdu øll hini eisini – eingin spardi seg. (jú kanska onkur leiðari, sum kortini enn er um at doyggja av andsperru). Menn gjørdust so heitir, at teir vistu sær eingi onnur ráð enn at tveita seg sjálvar á sjógv, fyri bert at fáa líkinda niðurkøling eftir lokna venjing.


Helgi, Regin, Øssur, Teitur, Steingrímur, Tórur, Tummas Nap. og Rúni royna at spenna sum frægast eftir ein kaldan umgang á sjónum.


Eg havi krútsterkar armar, men hevur nakar sæð mítt spjót?


Sára, Karin og Katharina gjørdu bara bibburnar vátar.


Karin, Katharina, Sára og Marita. 

So var tað heitar brúsur, heitar veingir av høsnarunga við heitum eplabátum, og EM-fótbóltur á stórskíggja. Debes, sum fyri fyrstu ferð var við sum leiðari, er ein matglaður fýrur, og hann syrgdi fyri, at vit eisini  fingu dessert afturvið fótbóltsdystinum millum Spania og Frakland.


Hans, Helgi og Teitur vóru sera kringir við urtaknívunum.


Einki fruktbland uttan vaniljukrem. Við glógvandi eygum skerir Bjørk vaniljustengurnar sundur, meðan Elsa pískar av grimd.

Og væl smakkaði og væl gagnaðist. Aftaná vóru nøkur, sum fóru ein túr á stevnuøkið í Vági, meðan onnur fóru í høllina og uppaftur onnur  tóku sær av løttum.  Songartíð var á midnátt, men friður var ikki, fyrr enn eftir klokkan 1.00. Men svøvnurin gjørdist stokkutur. Klokkan hálvgum fýra brølaði harður rockur úr hátalarunum inn í sovisalarnar, meðan gangurin frá grýtum og pottalokum fingu íslendsku mótmælisgongurnar at líkjast eini jarðarferð. Hetta var útpurring við lít.

Svøvntung og ørkymlað vórðu tey rikin á dyr á miðjari nátt og trokað inn í bilarnar. Leiðin gekk til gomlu neystini í Vági. Onkur hevði fingið eyga á bjargingarvestarnar í bilinum, og nú hildu øll at tey skuldu við Scorpion – skjóttgangandi gummibátinum hjá suðuroyingunum. Men so var ikki. Tá neystadyrnar lótust upp sást ein 108 ára gamal grindabátur – 10-mannafarið Sildberin. So at draga, flota og manna. Tey fyrstu 10 róðu bátin út eftir fjørðinum til bátahylin sunnanvert fjørðin. Hini skuldu so ganga runt fjørðin har tey so býttu um.


Hans og Regin sótu á lærinum.

Kanska hevur áralagið ikki verið tað vakrasta, sum suðuroyingar hava sæð. Í øllum førum hevur onkur hildið fullar menn liggja á fjørinum í stolnum báti, tí skjótt vóru tveir løgreglubilar at síggja, og teir svartklæddu hingu hálvir út av vindeygunum við sínum kikarum. Gutti fekk tó greitt teimum frá, at her var skil í og róðursmaðurin av bestu sjómonnum.

Vit fingu skift manning, men báturin tók nógvan sjógv inn. Róðursmaðurin, sum eisini var myndamaður, mátti bara oysa sum frægast, og fekk tí onga mynd av seinnu manningini. Tað ger kanska heldur einki, tí har var áralagið meira so sum so. Var eina løtu bangin fyri at løgreglan fór at koma aftur, tá teir sóu lívið. Hóast størstu fjøru gekst væl at draga bátin í neystið aftur. Eitt hálvt kakao”sunkist” í part, og so til beins í fjøllini. Hvat nú?


Til beins tað so gekk beint niðan í dalin….

Niðaneftir og niðaneftir. Nær fór hetta at enda? Hvar mundu vit enda? Komin heilt niðan á, sást langt vestur í hav. Ein stór gjógv við forbergi dagaði eisini undan kavi. Og niðri á slættanum sóust eini reyð hús við kringstandandi fjósi, hjalli og úthúsum.  Komin longur oman varnast onkur eitt kent skelti. Okkurt tey kenna frá youtube. Jú mí n sann er hetta Famará. Famará. Har hin stuttligi Jóhan í Famará (fyrr Jóhan í Kollafirði) ger sínar sendingar, sum hvønn fríggjadag eru at hoyra í ÚF. Og tey mongu vælumtóktu brotini, sum eisini eru á youtube.


Gutti og Debes framman fyri garðin í Famará. Myndin vísir allar bygningarnar, sum hoyra til garðin.

Mundi Jóhan vera heima. Mundu vit fara at standa í tímavís og flenna  hesa sælu morgunstund? Nei. Jóhan í Famará var ikki í Famará. Hann var norðanfjørðs í brúdleypi. Men kvøldið fyri høvdu vit avtalað við unga mannin á garðinum, at vit kundu koma at eta morgunmat inni hjá teimum. Og tað gjørdu vit so. Rúni, sum maðurin æt, var sera blíður og dugdi væl at siga frá um garðin og um djórini. Hetta var stak áhugavert. Og djórini vóru ikki sum onnur djór. Setti meg stillan niður á túnið eina løtu. Hundurin Prince boraði seg undir armin til mín. Ein ungur gásarsteggi stóð á knænum og beit í lissurnar meðan hønurnar gingu tvørtur um beinini. Nei hesi djórini ræddust ikki fólk!


Bjørk roynir at fáa kontakt við hundin Prince, meðan Øssur roynir at koma í kontakt við hønurnar. Gongur einki serligt hjá teimum, hóast stuðulin frá hinum sær út til at vera stórur.

Eftir morgunmatin fóru vit eftir hinum báðum bilunum í Vági, og komu so eftir øllum flokkinum. Men fyrst skuldi felagsmynd takast. Rúni var so beinasamur at taka myndina.


Rúni, Tumas Nap, Teitur Gog Gog, Helgi, Tórur, Hans, Bjørk, Gutti, Regin Doglover, Hallur, Øssur, Debes, Marita, Karin, Marnar, Sára, Elsa, Katharina, Steingrímur, Einar og Tinna

Seinasta vegastrekkið oman til Famará er so illa farið, at vit lótu bilarnar standa nakrar hundrað metrar uppi. Á veg niðan til bilarnar kemur róp í. Okkara góði vinur Rúni saknar sín hund. Prince er blivin so góður við okkum, at hann er komin allan vegin aftaná. Einki annað er hjá Rúna at gera enn at koma allan vegin niðan eftir hundinum.


Sterk vinarbond vórðu knýtt í Famará. Hesir báðir blivu mest sum ov góðir vinir. Øssur the dog whisperer in action.

Heimafturkomin vóru tey flestu sera troytt og løgdu seg í soviposarnar. Nøkur spældu tó eina løtu í fimleikahøllini fyrst. Kl. 13 byrjaðu øll so smátt at koma upp, klokkan 14 vóru tey fyrstu longu farin út at renna langt. Hini sluppu tó ikki so.


Fimleikarhøllin var sera hent – bæði til spæl og venjing. Her er upphiting á skránni.

Debes sveiggjaði fyrst pískin í høllini, har tey runnu max-spurtir við máttuni sum bremsu. Síðani varð farið út at renna stuttar spurtir í brekkuni við skúlan og at enda varð farið í bøin at gera styrkirenningar og core-venjingar.

 
Brekkan uttanfyri skúlan var vælegnað til brekkuspurtir. Her er tað Tummas Napoleon, sum kemur flúgvandi niðan eftir.

Eftir venjingina var um at koma sær undir brúsuna sum skjótast. Smyril bíðar ikki og tíðin var knøpp. Við bert trimum bilum, var Helgi noyddur at koyra tvær ferðir á Krambatanga. Men alt gekk væl og øll komu fram til tíðina. Svongdin var aftur farin at gera um seg, og ætlanin var at vit skuldu øll eta dagsins rætt saman umborð. Men har var eingin dagsins rættur. Har var snøgt sagt bara grillstoktur høsnarungi við kipsi ella pylsur.

Magni Mohr var einaferð í eini 3-2 sending, har hann við stórum stavum átalaði matarskránna umborð á Smyrli, sum nógv ítróttarfólk sigla við. Aloftast hava hesi ítróttarfólk skund, og ynskja tí at eta umborð. Tað mátti onkursvegna latið seg gjørt at havt eina frægari matskrá enn núverandi, sum milt sagt er út av lagi vánalig. Orsakið mær hetta hjartasuffið.

Líkamikið. Smyril stevndi inn á Havnarvág, og ein góð venjingarlega var at enda komin. Eftir er bert at fínpussa formin seinastu dagarnar til farið verður avstað til Gøtuborg. Takk til tykkum øll, sum gjørdu hetta vikuskiftið ógloymandi.


Debes var fyri fyrstu ferð við sum leiðari. Ein fittur sosialur og hyggiligur drongur, ein frálíkur og matglaður kokkur, og ein dugnaligur venjari. Ein sannur fongur fyri talentbólkin – vónandi tekur hann  okkurt tørn afturat.

2 comments
0

Related Articles

2 comments

Kølle 28.06.12 - 20:06

Flot Flot beretning. Super at der bliver arrangeret oplevelser og special træning for den ungdom som har lysten og evnerne at bygge på. Dette er ikke bare kortsigtigtede mål mhp konkurrencer der pbygges her, men også fremtidens trænere og inspiratorer.

Ormar Dalsgaard 28.06.12 - 21:52

Sera stutligt at lesa, og frálíkar myndir, óført ið tit hava fyngi burturúr,

Comments are closed.