Home FÍF Talentbólkurin í Klaksvík um vikuskiftið

Talentbólkurin í Klaksvík um vikuskiftið

by Hallur Holm

Komandi vikuskiftið fara mið- og langteinarennararnir í talentbólkinum á venjingarlegu í Klaksvík, har tey fara at húsast í Skótahúsunum. Smáir fýra mánaðir eru til stóru avbjóðingina í VU-Spelen í summar, og nú byrja fyrireikingarnar av álvara. Nógvar aðrar spennandi kappingar standa eisini fyri framman, bæði í Føroyum og uttanlands. Spurtarar, kastarar og leyparar verða ikki við hesuferð, men arbeitt verður við at fyrireika ein nýggja venjingarlegu heilt skjótt, har øll verða samlað.

Av tí at tað bert verða mið- og langteinarennar við hesuferð, eru eisini aðrir rennarar bodnir við. Hetta eru rennarar, sum hava víst stórt ídni í vetur, og sum eisini hava góð úrslit at vísa á. Vant verður fríggjakvøld, leygarmorgun, leygardag og sunnumorgun.

Luttakararnir skulu boða frá á facebookbólkinum hjá talentbólkinum, um teir koma, og eisini um teir ikki koma. Tey, ið eru boðin við eru:

Úr Treysti: Gunnar Sivertsen, Einar Gregersen, Marnar Djurhuus, Rebekka Fuglø, Oddvør Josephsen, Maria Biskopstø, Elin Kristina Ryan.

Úr Bragdinum: Rúni Seloy, Regin Joensen, Teitur Bjarnastein, Steingrímur Hallsson, Niklas Kruse, Steintór Egholm, Katarina Høj, Sára Debesardóttir, Karin Holm Simonsen, Margit W. Fríðmundsdóttir, Elisabet Holm Simonsen

Úr Roysninum: Rúni Skarðhamar

Úr Hvirluni: Jákup Dahl Ljósheim

Møtt verður á farstøðini í Havn fríggjadagin kl. 15.10. Vit koyra báðar vegir við leið 400, og eru aftur á farstøðini sunnudagin kl. 15.00. Madrassur eru í Skótahúsinum, men tit skulu hava soviposa við.

Meira kunning er á facebookbólkinum.


So fara vit aftur at royna at fáa talentbólkin at ganga í takt

 

 

 

0 comment
0

Related Articles