Komandi vikuskiftið verður talentbólkurin aftur savnaður. Hesuferð fara vit at halda til í Føroya norðastu bygd, Viðareiði, har vit skulu gista á Hotel Norð. Skráin verður hendan:
Fríggjadagin
- kl. 15.20 – bussurin koyrir av farstøðini. Møtið kl. 15.10!
- kl. 16.50 – koma til Klaksvíkar.
- kl. 17.00 – venjing í badmintonhøllini (sirkulvenjing við Treysti)
- aftaná koyra vit til Viðareiðis, har vit verða innskrivað á Hotel Norð og fáa nátturða
- kl. 21.00 – videomyndir frá DM-innandura v.m.
- kl. 23.00 myrkt & kvirt
Leygardagin
- kl. 8.00 – morgunmatur á Hotel Norð
- kl. 9.30 – koyra til Klaksvíkar
- kl. 11.00 – TF-Renning
- kl. 12.00 – eta matpakkar
- kl. 13.00 – svimjihøllin
- kl. 15.30 – koyra til Viðareiðis
- kl. 16.30 – heimsins hægsta forberg, gongutúrur niðan á Enniberg. Minnist til góð klæði og skógvar.
- kl. 20.00 – nátturði á Hotel Norð
- kl. 21.00 – hugni
- kl. 23.00 – myrkt og kvirt
Sunnudagin
- kl. 8.00 – morgunmatur á Hotel Norð
- kl. 10.00 – venjing á Viðareiði
- kl. 11.30 – pakka, klárt til heimferð
- kl. 12.00 – døgverði á Hotel Norð
- kl. 13.00 – koyra til Klaksvíkar
- kl. 13.30 – koyra til Havnar
- kl. 15.00 – koma á Farstøðina
At hava við: Venjingarklæði, heit klæði, svimjiklæði og vanliga góða lagið. IKKI hava við: Soviposa, undirlag, pass (pengar) og píkar.