Home BETRI Vetrarkappingin Teinurin í Sørvági er broyttur

Teinurin í Sørvági er broyttur

by Hallur Holm

“Válandi heim eftir Niðaravegi” yrkir og syngur Magnus á Stongum. Við einum øðrum tempo og meira málrættað, fara vit at fylgja í fótafetum Magnusar eftir Niðaravegi í morgin til TF VK4. Landsverk saltar ikki vegin til Bíggjar, og har liggur nógvur kavi. So fyri at fáa kappingina avgreidda leygarmorgunin, er neyðugt at flyta kappingina inn í Sørvágs bygd, har Sørvágs kommuna hevur játtað at rudda og salta so frægt, at ráðiligt er at hava rennikapping.

VK4 spildurnýggj ruta
Startur og mál verður sama stað sum í fjør. 4 umfør á 3 km skulu rennast.

Starturin verður á Kirkjuvegnum, og so verður runnið niðan um skúlan, og oman til Niðaraveg, har vendast skal við Handilsvirkið Niclasen, so aftur heim eftir Niðaravegi, og eftir Kirkjuvegi aftur til startin/málið. Hesin teinurin er 3 km og skal rennast 4 ferðir.

Vit síggjast í Sørvágs Skúla í morgin.

 

 

 

 

0 comment
0

Related Articles