Home FÍF TF Stórkappingin byrjar komandi vikuskifti

TF Stórkappingin byrjar komandi vikuskifti

by Hallur Holm

Tað sær ikki soleiðis út. Men várið er væl og virðiliga í hondum, og við várinum koma eisini Grand Prix-kappingarnar á breytini. Men Grand Prix hevur nú fingið nýtt navn, og nevnist nú TF Stórkappingin.

Aftur í ár verður kappast í trimum umførum, og eru kappingardagarnir hesir:

  • leygardagin 23. mai – vertur Hvirlan
  • leygardagin 30. mai – vertur Bragdið
  • leygardagin 20. juni – vertur Roysnið/Treysti

Kappingarnar fara fram eftir sama leisti sum undanfarin ár, við smærri broytingum. Ein broyting er, at rimarenningin kemur við aftur, og verður hon fyri allar aldursbólkarnar runnin longu í fyrsta umfarinum. Tó er eingin rimarenning fyri aldursbólkarnar 16-17 ár og eldri. Ein onnur broyting er, at bólkarnir 16-17, 18-19 og 20+ nú í teknisku greinunum fyrst hava tríggjar innleiðandi royndir og síðan tríggjar royndir afturat til seks tey bestu.

Og so fara vit fyri fyrstu ferð at royna avpriking. Avprikingin verður bara nýtt í sambandi við spurtteinar. Hetta bæði fyri at venja okkara íðkarar við at avprika, men serliga fyri at fáa betri kappingar í spurtunum, m.a. við at sleppa undan tómum geilum, og hálvum riðlum. Avpriking merkir, at íðkari í seinasta lagi 30 minuttir undan starti váttar, at hann er komin og fer at luttaka. Hetta ger hann við at skriva sítt navn á ein lista, sum kemur at hanga á uppslagstalvuni.

Fjórða broytingin er, at vit nú fyri aldursbólkarnar upp til og við 14-15 ár eisini fara at kjósa ein samlaðan vinnara av øllum fýra kappingunum (spurt, miðtein, lop og kast) Hetta fyri at eggja børnunum til at royna øll kappingarsløgini.

Allar dagarnar byrja  kappingarnar klokkan 12.00 og koma at vara í 3-4 tímar. Í fyrsta umfari, sum verður leygardagin 23. mai, verða hesar kappingarnar á skránni:

  • børn upp til 7 ár: 60m
  • gentur og dreingir 8-9 ár: 60 m rimarenning, 600 m, bóltkast og longdarlop
  • gentur og dreingir 10-11 ár: 60 m rimarenning, 600 m, bóltkast og hæddarlop
  • gentur og dreingir 12-13 ár: 60/80 m rimarenning, 600 m, klingrukast og hæddarlop
  • gentur og dreingir 14-15 ár: 80 m rimarenning, 1.000 m, klingrukast og trístøkk
  • gentur og dreingir 16-17 ár: 100 m, 1.000 m, klingrukast og trístøkk
  • gentur og dreingir 18-19 ár: 100 m, 1.000 m, klingrukast og trístøkk
  • kvinnur og menn 20+: 100 m, 1.000 m, klingrukast og trístøkk

Tilmeldingin liggur klár her á síðuni. Seinasta freist at melda til er longu týskvøldið 19. mai. Minnist til at gera eina tilmelding fyri hvørja kappingargrein tit skulu luttaka í. Ansið væl eftir, at tað er rætti aldursbólkurin, tit melda til í.

Reglurnar fyri kappingina finna tit við at velja “reglur” í bjálkanum á forsíðuni.

Reglurnar eru eisini á hesi slóðini: http://fif.fo/reglur/reglur-tf-storkappingin-2015/

 


Eftir eitt ár í útlegd, verður rimarenningin við aftur í ár, og verður øll avgreidd longu í fyrstu kapping. Her eru tað  Hallur Simonsen, Tummas Napoleon Arge, Steingrímur Hallsson og Teitur Bjarnastein, sum royna seg.

 

0 comment
0

Related Articles