Home BETRI Vetrarkappingin TF Vetrarkappingin 2015-16 – vit taka saman um

TF Vetrarkappingin 2015-16 – vit taka saman um

by Hallur Holm

Nú eru longu góðar tvær vikur síðani TF Vetrarkappingin endaði. Páskirnar hava órógvað nakað, men vit vilja fegin taka saman um, hóast nakað er fráliðið. Í FÍF halda vit at TF Vetrarkappingin 2015-16 stórt sæð hevur verið sera væl eydnað. Við 157 ymiskum rennarum megnaðu vit enn einaferð at seta luttakaramet. Sjálvandi eru eisini viðurskifti, sum skulu eftirmetast. Nevndin fer at gera nakrar eftirmetingar, soleiðis at vit kunnu fáa eina enn betri kapping næsta vetur.

VKslutt11
Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Er veðrið ófantaligt, so kunnu góðar myndir spyrjast burtur úr. Her frá startinum á Fossanesi

Renniteinar og tíðarásetingar verður okkurt av tí, sum verður tikið upp. Men eisini kann verða neyðugt, at nágreina, hvussu illsligt ella hvussu ófantaligt veðrið kann vera, áðrenn vit verða noydd at avlýsa ella útseta. Á aðalfundinum hjá Bragdinum fekk hesin spurningur umrøðu. Vit høvdu ivasamar – enntá sera ivasamar – støður, har tað var um reppið, at vit máttu avlýsa. Nógvi kavin undir Kerjum og orkanin á Argjum voldu okkum mikið høvuðbrýggj, og samanrenningin millum rennitein og veður á Fossanesi var eisini óheppin. Ein avlýsing er sera harmilig fyri tey, sum hava gjørt klárt til renningina og til hugnaløtuna aftaná, og fyri sjálvt konseptið í kappingini er ein avlýsing stak óheppin.

Ítróttarliga hava vit fingið nógvar góðar kappingar og nógv góð úrslit. Vit leggja her myndir av samlaðu vinnarunum, tá steypini vórðu handað í Bylgjuni í Runavík.

VKslutt8
Rigmor N. Arge vann tvey umfør í opna kvinnubólkinum í vetur, men hetta vóru tey bæði umførini, har Rebekka Fuglø ikki luttók. Munurin teirra millum í ár hevur verið ov stórur til at veruligur spenningur kundi blíva. Rebekka vann fimm kappingar, og vann sostatt samlaðu kappingina trygt. Seinasta umfarið vann Marna Egholm, so tilsamans hava tríggjar kvinnur staðið ovast. Hóast Duruta á Lofti hevði onkrar minni góðar kappingar, var kortini eingin ivi um, at hon átti samlaða triðja plássið. Serliga seinasta dagin fekk hon sett hetta upp á pláss. Rigmor var tíverri sjúk hendan seinasta dagin, og her er tað næststerkasta kortið hjá Hvirluni, Birna Mohr Joensen, sum tekur móti steypinum fyri Rigmor. Krista Nielsen hevur runnið sera væl í vetur, og kom sær eisini uppá pallin onkrar kappingar.

VKslutt7
Eisini hjá monnunum fingu vit íalt tríggjar ymiskar vinnarar, og frá byrjan sá út til, at kappingin í vetur skuldi gerast enn meira spennandi enn seinasta vetur. Jan Elmar var fyrstur Runt Agnið, so vann Eirikur greitt undir Kerjum og so vann Julian Gregersen á Argjum. Men so setti Jan Elmar tingini uppá pláss. Eftir ein sera spennandi og javnan tvídyst við Eirik í Sørvági, var tað sum Jan Elmar tók seg eitt stig undan hinum. Eftir sigrar í fjórða, fimta og sætta umfari, kundi Jan Elmar hvíla í brekkunum í Vági, og har vann Eirikur so sín næsta sigur. Á seinasta degi var eingin ivi. Jan Elmar var nógv tann sterkasti, og ein rættvísur vinnari av TF Vetrarkappingini 2015-16. 

VKslutt4
Frá rokkstjørnu til ítróttarstjørnu. Jú, glómur í monnum. Rani Nolsøe gjørdist nummar tvey fimm ferðir og vann einaferð hendan veturin. Men skala Jens R. Weihe kundi hann ikki. Hesin óvanliga seigi maðurin við ættarbondum av Víkum við Fjallavatn, vann allar tær sjey kappingarnar, hann var við í. Superveteranarnir eru 55 ár og eldri, men hóast Jens verður 69 í ár, er enn ilt at fáa eyga á nakran, sum kann taka hann. Spurningurin er eisini, um ikki tíðin er búgvin, at gera ein nýggjan aldursbólk til tey sum fara um 65. Kári Simonsen hevur verið tryggur á triðjaplássi, men góða uppmøtingin hjá Gunnari Simonsen gjørdi samlaðu kappingina spennandi. Tí við seks bonusstigum til Gunnar, endaðu teir baðir við eins nógvum stigum. Hægru plaseringarnar til Kára, gjørdu tó munin, og Kári fekk triðjaplássið.

VKslutt5
Her stendur hon so púra einsamøll – Elisabeth Rasmussen, sum júst hevur vunnið sína fyrstu kapping og er blivin føroyameistari á 10 km fyri superveteranarnar. Men hon hevur ikki kappast einsamøll í vetur. Tvørtur ímóti hevur kappingin hjá superveteranum við kvinnum verið tann mest spennandi í vetur, og bleiv ikki avgjørd fyrr enn seinasta dagin. Við fýra sigrum til Ceciliu og trimum til Sunnevu var spenningurin stórur undan seinasta umfarinum. Elisabeth Rasmussen hevur tikið seg nógv fram, og hevur nærkast teimum báðum fremstu við stórum fetum. Tíverri vóru bæði Cecilia og Sunneva staddar uttanlands, nú finaluumfarið varð runnið í Runavík. Og soleiðis gjørdist tað Cecilia, sum vann samlaðu kappingina við Sunnevu á øðrum plássi og Elisabeth á triðja.

VKslutt2
Í gentubólkinum vann Maria Biskopstø fýra tær fyrstu kappingarnar, og køvdi tí tíðliga allan spenning. Síðan var tað Oddvør Josepsen, sum vann tær báðar hørðu kappingarnar í Hoydølum og á Fossanesi. Men Maria fekk sett alt uppá pláss báðar tær báðar seinastu kappingarnar, har hon vann greiðar sigrar. Unna Ró Jacobsen manglar á myndini. Hon stóð seg eisini sera væl í vetur við tveimum silvurplássum og trimum bronsuplássum. Hon átti steypið fyri samlaða triðjaplássið.

VKslutt1
Hjá dreingjunum vóru Dánjal Dahl Ljósheim og Hans Sivertsen sera javnir fyrstu umførini, og tað sýntist sum fóru vit at fáa ein drápiligan tvídyst teirra millum alla kappingina. Men hóast Hans hevur runnið bæði skjótt og væl, so hevur Dánjal runnið enn skjótari og enn betur. Heilar sjey sigrar bleiv tað til hjá Dánjali, sum skal renna við mansunglingum næsta vetur. Og tá verður spennandi at síggja, hvussu langt fram hann kann koma í opna bólkinum, ti seinasta umfarið rann hann teir fimm kilometrarnar undir 18 minuttir! Hans hevur verið tryggur á øðrum plássi. Hans Erland Thomsen hevur verið rímiliga tryggur á triðja plássi, men hann hevur nakrar ferðir havt Inga Johannesen í rygginum heilt fram móti mállinjuni. Hesir fýra umrøddu hava tilsamans luttikið í 31 av 32 møguligum kappingum. Tað var bert Ingi, sum misti ta einu kappingina, vegna vánalig koyrilíkindi. Sera góð uppmøting skal sigast!

VKslutt3
Hesir tríggir mansunglingarnir hava eisini møtt sera væl upp. Eingin av teimum misti nakra kapping! Teir hava tó allir átt sítt fasta pláss í raðfylgjuni. Julian Gregersen hevur kappast hart við teir bestu í opna bólkinum, og hevur samstundis vunnið unglingabólkin greitt hvørjaferð. Gunnar Simonsen hevur eisini staðið nakað sterkari enn Rógvi Kárason. Bert tað einu ferðina eydnaðist Rógva at taka seg fram um Gunnar.

VKslutt6
Aftur her er tað Birna Mohr Joensen, sum er sloppin at taka steypið hjá Rigmor N. Arge. Rigmor vann sjey tey fyrstu umførini hjá veterankvinnunum, men var tíverri sjúk seinasta dagin. Samlaði sigurin var tó púra greiður. Duruta á Lofti gjørdi sær dælt seinasta umfarið og tók tey 50 stigini og FM-heitið. Við fýra 2.plássum afturat í samlaðu støðuni, gjørdist hon trygt nummar tvey. Eins trygg á triðja plássi gjørdist Krista Nielsen, sum á leiðini vann tvey silvurmerki sum tað besta. Ann Thomsen gjørdist nummar fýra.

VKslut5
Martin Gravesen vann trygt veteranbólkin. Hann manglar bert trý bonusstig úr Vági til at hava fult stigatal. Hann mátti tó lúta fyri Sam Vang bæði Runt Agnið og í Sørvági. Sam náddi tó ikki at kappast fimm umfør, og er ikki partur av samlaðu kappingini. Kappingin hevur verið nakað skiftandi. Henry Olsen legði fyri við trimum bronsumerkjum, men tók so ein støðg vegna skaða í trý umfør. Sam gleið úr kappingini, og so var Guttorm Sørensen nummar tvey. Men so byrjaði Marnar Pattinson at renna skjótari og skjótari, og við sigri í Vági lá hann brádliga til at taka samlaða annaðplássið. Guttorm hinvegin, hevur vegna sjúku runnið verri og verri, og endaði til síðst uttanfyri pallin. Ja afturi á fimtaplássi, tí eisini Hjalmar Sjóvará hevur javnt og samt skavað sær nógv stig saman og endaði á fjórða plássi. Henry kom aftur og við einum silvur og einum bronsumerki fekk hann aftur pláss á pallinum í samlaðu kappingini, har hann endaði nummar trý.

VKslutt9
Liðkappingarnar eru blivnar eitt spennandi kryddarí til TF Vetrarkappingina, og tað verður lagt nógv fyri at stuðla sínum felagi. Í fjør var hørð kapping millum kvinnurnar hjá Hvirluni og Bragdinum, har Hvirlan endaði omaná. Aftur í vetur hevur verið hørð kapping millum bæði høvuðsstaðarfeløgini, men hesaferð var tað Bragdið, sum var omaná. Bragdarkvinnur hava veruliga spílað seg út allan veturin, og úrslitið var eisini, at Bragdið 2 gjørdist nummar trý í kappingini. Bragdið 1 varð mannað við Duruta á Lofti, Kristu Nielsen og Beintu Hoydal Joensen. Hvirlan varð mannað við Paulu Mohr, Birnu Mohr Joensen og Rigmor N. Arge. Her er tað Adelaid Kirke, sum tekur ímóti fyri Rigmor. Hjá Bragdinum tvey runnu Ann Thomsen, Ann Mari av Skarði og Eydna Weihe.

VKslutt 13
Unga liðið hjá Treysti vann greiðan sigur í liðkappingini. Sam Vang og Rúni Seloy duttu út úr kappingini, og so var spenningurin rokin. Spenningurin um triðjapláss var tó stórur. Tað eydnaðist Bragdinum 2 at yvirhála bæði Treysti 2 og Roysnið á seinasta kappingardegi. Vinnararnir hjá Treysti: Julian Gregersen, Gunnar Sivertsen og Jan Elmar Sørensen. Silvurvinnararnir úr Bragdinum: Martin Gravesen, Rógvi Kárason og Eirikur Hansen. Bronsuvinnararnir úr Bragdinum: Andrias Hansen, Niels Poulsen, og so hevur Herluf Jakobsen stillað upp fyri Hjalmar Sjóvará, sum var triðji maður hjá Bragdinum 2.

Takk
Takk til Bjørg og Damfar fyri góða avtalu um páskareggini, sum vórðu latin øllum við átta umførum

Takk til Regin Thomsen fyri at halda skil á roknskapinum og við góðum grafikki í tabellunum, gera kappingina enn meira spennandi. Regin hevur funnið fram ymisk lyklatøl viðv. TF Vetrarkappingini, sum vit fara at leggja út í morgin.

Takk til Guttorm Sørensen, sum til fleiri kappingar hevur koyrt runt við portali og ljóðútgerð. Pakkað bil, sett upp, tikið niður, hongt upp at turka, pakkað saman…….

Takk til vertsfeløgini, sum hava skipað fyri, og skapt góðar karmar um góðar hugnaløtur. At koma til Vetrarkapping er eftir hondini næstan sum at vitja kong.

Allar endaligu støðurnar síggjast á facebook hjá FÍF.

Og vit síggjast vónandi øll aftur komandi vetur 🙂

 

0 comment
0

Related Articles