Home BETRI Vetrarkappingin TF Vetrarkappingin nærkast

TF Vetrarkappingin nærkast

by Hallur Holm

Vælumtókta TF Vetrarkappingin er endaliga skráløgd og fer fram eftir sama leisti sum í fjør. Sum altíð byrja við við siðbundnu kappingini Runt Agnið, og verður hetta longu annað vikuskifti, leygardagin 7. november. Síðani verður tað Kerjarenningin hjá Hvirluni, sum verður 21. november og triðja og seinasta umfar hesum megin ársskiftið verður Argjarenningin hjá Bragdinum 5. desember.

Tað verður lagt bragdliga fyri í komandi ári. Longu 2. januar verður Nýggjárshálvmaraton hjá Roysninum, sum tó ikki er partur av TF Vetrarkappingini. 4. umfar verður í Vágum, har Frælsi vartar 16. januar. So verður tað FM í lendisrenning í Hoydølum, har Bragdið tekur ímóti 13. februar, og bert eina viku seinni vartar Treysti fyri 6. umfari í Norðoyggjum. Næstseinasta umfar verður í Vági 12. mars, har Hvistan skipar fyri, og seinasta umfar verður longu til Várkappingina í Runavík 19. mars, tá tað aftur er Roysnið, sum er vertur.

Innandurakappingar í Íslandi og Danmark saman við HM í ½ maraton í Wales 26. mars, hava gjørt tað eitt sindur tvørligt at dagfesta kappingardagarnar. Tvær ferðir er bert eitt vikuskifti millum kappingarnar, meðan tað eru fýra vikur millum VK5 og VK6.

Kappingin er tó fastløgd og vit gleða okkum til enn ein spennandi vetur við spennandi veðri og ikki minst tí altíð sera spennandi liðkappingini. Reglurnar fyri bæði einstaklinga- og liðkapping finnast undir “reglur” á forsíðuni.

Runt Agnið 2014
Tað er blivin ein heilt góður vani við góðum veðri á Toftum, tá Runt Agnið og harvið TF Vetrarkappingin verður skotin í gongd. Hetta er frá startinum í fjør, tá Sam Vang og Valborg Heinesen runnu sera góðar tíðir.

 

 

 

0 comment
0

Related Articles