Home BETRI Vetrarkappingin TF VK-1 Runt Agnið verður 5. november

TF VK-1 Runt Agnið verður 5. november

by Guttorm Sørensen

Leygardagin 5. november byrjar TF-Vetrarkappingin aftur. FÍF hevur høvuðsstuðulsavtalu við Tryggingarfelagið Føroyar, og harav navnið á kappingini.

Billede:  Billede:
Jan Elmar vann í fjør og samlaðu vetrarkappingina, og superveteranurin Jens vann allar sínar kappingar í fjør

Fyrsta umfar verður í sambandi við siðbundnu renningina “Runt Agnið”, sum verður skotin í gongd kl. 11.00 við Tofta Skúla, og verður tað Roysnið, sum skipar fyri. Hetta fyrsta umfar av TF-Vetrarkappingini 2016/17, og í FÍF vóna vit, at rennararnir aftur í ár møta fjølmentir til kappingarnar, sum aftur hendan veturin verða átta í tali. Fyri at gjøgnumføra Vetrarkappingina, skulu fimm av teimum átta umførunum rennast, men øll eru sjálvandi vælkomin at renna tey umførini tey hava hug til.

Billede:  Billede:
Superveteranarnir Rani, Jens og Gunnar vóru stinnir í fjør og veterankvinnurnar Duruta, Rigmor og Krista eru klárar til enn eina vetrarkapping

Liðkappingin, sum fekk sera góða undirtøku seinasta vetur, verður endurtikin eftir sama leisti.

Reglurnar fyri TF-Vetrarkappingina eru at finna undir REGLUR  omanfyri.

Vit eru øll blivin eitt ár eldri enn seinasta vetur, og kvinnur superveteranar hava nú fingið sín egna bólk, so nýggja bólkabýtið sær nú soleiðis út:

  • Kvinnur og menn opin bólkur (f. – 2000)
  • Kvinnur og menn veteranar (f. 1962 – 1971)
  • Kvinnur og menn superveteranar (f. – 1961)
  • Kvinnu- og mansunglingar (f. 1996 – 2000)
  • Gentur og dreingir (f. 2001 – 2005)

Allir bólkar uttan gentur og dreingir renna Runt Agnið, sum er 10,3 km. Frá Tofta Skúla og út eftir. Runnið verður niðan á Agnið, til Runavíkar og út aftur á Toftir, har málið er á vegnum oman til Tofta kei. Genturnar og dreingirnir renna 5 kilometrar. Tey byrja yviri á Mýrunum, nær við vegin oman til Toftavatn og halda somu leið á mál á Tofta kei. Øll byrja samstundis at renna – kl. 11.00.

Billede:
Hans Erland, Dánjal og Hans. Dánjal sleppur at renna saman við teimum vaksnu í ár

Tilmelding fer fram á heimasíðuni her innan kl. 22.00 fríggjakvøldið 4. november, har gjaldast kann við DANKORTI, ella í seinasta lagi ein hálvan tíma undan startinum, og tá má gjaldast kontant. Startnummur skulu avheintast og gjaldast við Tofta Skúla frá umleið 10.00. Kostnaðurin er sum vanligt fyri vaksin 50,00 kr. Gentur og dreingir gjalda 30,00 kr.

Vit brúka skiftirúmini í Tofta Skúla, og sleppa eisini í bað har aftaná.

Billede:  Billede:
Løtan eftir renningarnar er altíð hugnalig

Eftir renningina bjóðar Roysnið til hugnaløtu við kaffi, køku og heiðursmerkjahandan. Øll fáa kaffi og køku, men bert trý tey fremstu í hvørjum bólki fáa heiðursmerki. Lesið annars meira um Vetrarkappingina í aðrari grein á síðuni.

agni2
Metstóra feltið omanfyri 100 rennarar eru sendir avstað í fjør

Síggjast á Toftum :)

0 comment
0

Related Articles