Hvirlan skipar aftur í ár fyri frálíka tiltakinum – Náttúrurenning við Kerjar – leygardagin 21. november kl. 13.00. Umframt at vera motións- og heilsurrenning fyri øll, so verður hetta samstundis 2. umfar í TF Vetrarkappingini 2015/16. Tiltakið er fyri øll, familjur við børnum, eldri og yngri, rennarar og gongufólk.
Byrjað verður við upphiting í Kerjum og síðan er møguleiki at velja ímillum 3 rutur: 1,5 km 5,5 km 10,5 km. Tey, ið luttaka í vetrarkappingini hjá FÍF renna ávikavist 10,5 km (Vaksin) og 1,5 km (Børn árg. 2000 og yngri)
Kort yvir ruturnar (trýst á kortið fyri størri útgávu):
- Tilmelding til Náttúrurenning við Kerjar
- Tilmelding til TF Vetrarkappingina
Um tú ætlar tær at kappast í renning gjøgnum veturin, skalt tú velja Vetrarkappingina. Tað eru 8 rennikappingar í alt, sí frágreiðing um Vetrarkappingina á www.fif.fo. Tá komið er á mál, bjóðar Hotel Føroyar heitt kakao og bollar, meðan lutakast verður um hesar vinningar:
- Sveimandi vikuskifti fyri 2 á Hotel Føroyum. Virði á 2.190,-
- Huawei P8 LITE fartelefon frá Føroya Tele. Virði á 1.995,-
- Gávurkort frá Barbaru. Virði 1000,-
- Gávukort frá NO 12. Virði á 500,-
- Gávupakki frá Nels L. Arge á Kongarbrúnni
- Tjógv
- Gás
Drigið verður um vinningarnar aftan á renningina, og vinnarin skal vera á staðnum, annars verður drigið umaftur. Kostnaður fyri luttøku er hesin: Vaksin 100 kr., børn (árg. 2000 og yngri) 50 kr.
Faldari við meir kunning um tiltakið sæst her.
Filmur um hvussu leikur fór í 2012 sæst her.