Home BETRI Vetrarkappingin TF VK 4 í Sørvági leygardagin

TF VK 4 í Sørvági leygardagin

by Hallur Holm

Leygardagin klokkan 11.00 ljóðar startskotið fyri fjórða umfari í TF Vetrarkappingini. Tað verður Frælsi, sum verður vertur, og tey hava kappingina í Sørvági á somu rutu sum í fjør.

Byrjað verður við kirkjuna í Sørvági og runnið verður næstan til munnan við Gásadalstunnilin at venda, og so sama veg heimaftur. Bæði á veg út og heim verður runnið omanfyri Bíggjar bygd. Gentur og dreingir byrja samstundis, men venda við 1,5 km. Teirra teinur er sostatt 3 km.

Runnið verður í hesum bólkum:
Gentur og dreingir (f. 2000 – 2004)
Kvinnu- og mansunglingar (f. 1995 -1999)
Opin bólkur kvinnur og menn (f. – 1999)
Veteranar kvinnur og menn (f. 1961 – 1970)
Superveteranar kvinnur og menn (f. – 1960)

VK4 Bø
Førarafeltið í “rekkjurenning” í 2013. Vit kunnu vænta øðrvísi og betri veður leygardagin (mynd: Jens Kristian Vang)

Í fjør var av fagrasta vetrarveðri, men vit vóru kortini noydd at útseta startin tveir tímar, meðan vit bíðaðu eftir, at saltið skuldi eta glerstoyddu koyribreytina, har rennast skuldi. Og í 2013 var av fúlasta veðri, og tá bleiv talan fyri tað mesta um “rekkjurenning” til Bíggjar og so flúgvararenning heimaftur.

Men leygardagin lovar hann turt, sól og eitt lítið lot av norði. So vit kunnu vænta ein fantastiska vakran túr vestur til Bíggjar, og Frælsi gleðir seg til at bjóða øllum vælkomnum vestur.

Møtt verður í skúlanum, har startnummur verða latin frá klokkan 10.00. Tað ber eisini til at skifta og fara í brúsu í skúlanum. Eftir renningina bjóðar Frælsi suppu og ein kaffimunn.

 

0 comment
0

Related Articles