Leygardagin 4. mars kl. 11.00 skipar Treysti fyri 6. umfari í TF Vetrarkappingini, sum aftur í ár verður fyriskipað á Fossánesi. Hetta verður tíggjunda ferðin, at Treysti skipar fyri Vetrarkapping norðanfyri. Startur og mál verður beint við Skúlan á Fossánesi, tí har er lættari at samla alt á einum stað áðrenn og aftaná renningina.
M.a. verður runnið eftir hugnaligu gøtuni sum gongur suður gjøgnum fjøruna í Hvannasundi
– Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1962-1971) – umleið 8,8 km
– Kvinnur / Menn Superveteranar (f. 1961 ella fyrr) – umleið 8,8 km
– Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1997-2000) – umleið 8,8 km
– Gentur / Dreingir (f. 2001-2005) – umleið 3,3 km
Í sambandi við renningina verða heiðursmerkir latin til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkunum. Sum vanligt er, so fer tilmelding fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo).
Leinkjan til tilmelding er her: Tilmelding TF VK-6 Fossánes
Freistin er fríggjakvøldið 3. mars kl. 22.00. Luttøkugjaldið er sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn. Eisini kann meldast til á staðnum hálvan tíma áðrenn start.
Luttakararnir verða bidnir um at møta við í Skúlanum á Fossánesi frá kl. 10.00. Startnummarið skal vera avheintað í seinasta lagi kl. 10.45. Í skúlanum er møguleiki fyri skifting og brúsubað. Eftir renningina verður ábit og heiðursmerkjahandan í kantinuni í skúlanum.
Treysti vónar at nógvir luttakarar verða við, tí renningin er samstundis motiónsrenning har øll kunnu luttaka.