Home BETRI Vetrarkappingin TF VK-6 verður á Fossánesi leygardagin

TF VK-6 verður á Fossánesi leygardagin

by Guttorm Sørensen

Leygardagin 28. februar kl. 11.00 skipar Treysti fyri 6. umfari í TF Vetrarkappingini, sum aftur í ár verður fyriskipað á Fossánesi. Hetta er áttandu ferð at Treysti skipar fyri Vetrarkapping norðanfyri. Hesuferð fer renningin aftur fram á Fossánesi, tí har er lættari at samla alt á einum stað áðrenn og aftaná renningina.

Veðrið hevur ofta havt ein stóran leiklut við í spælinum, tá kappingin hevur verið norðanfyri. Har hava rennararnir uppliva storm og flóð, oysandi regn, kavarok og stilli og sólskin. Seinasta ár var bæði vindur og regn.
 
Kappast verður í ymiskum bólkum og byrja allir bólkar samstundis kl. 11.00.
– Kvinnur / Menn opin bólkur (f. -1998) – umleið 8 km
– Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1960-1969) – umleið 8 km
– Kvinnur / Menn Superveteranar (f. 1959 ella fyrr) – umleið 8 km
– Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1994-1998) – umleið 8 km
– Gentur / Dreingir (f. 1999-2003) – umleið 4 km

Aftur í ár verður runnið runt um Skúlan á Fossánesi. Ein rundteinur, sum er knappar 2 km. Vaksin renna fýra umfør og gentur/dreingir renna tvey umfør.
 
Startur og mál verða á sama stað, sum tá Fossánes Renningin er. Tvs. niðri á Fossávegnum beint áðrenn brekkuna niðan til skúlan.
 
Runnið verður niðan um skúlan, oman aftur á Fossávegin norðanfyri, so norður eftir gamla Fossávegnum og beint áðrenn ánna, (tvs. sunnanfyri ánna) verður runnið gjøgnum bøin og niðan á Múlavegin gjøgnum porturi, sum er har. Harfrá verður runnið heimeftir til landsvegin omanfyri Norðdepli, oman til ljóskurvina og norður eftir Fossávegnum aftur til málið.
 
 
Rutan (GG: myndin er frá seinasta ár, og tí stendur VK-5!) 
Í sambandi við renningina verða heiðursmerkir latin til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkunum. Sum vanligt er, so fer tilmelding fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo). Freistin er fríggjakvøldið 27. februar kl. 22.00. Luttøkugjaldið er sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn. Eisini kann meldast til á staðnum hálvan tíma áðrenn start, men tá er kostnaðurin kr. 100 fyri vaksin og kr. 50 fyri børn!
Luttakararnir verða bidnir um at møta  í Skúlanum á Fossánesi frá kl. 10.00. Startnummarið skal vera avheintað í seinasta lagi kl. 10.45. Í skúlanum er møguleiki fyri skifting og brúsubað.
Eftir renningina bjóðar Treysti eisini okkurt ábit.
Treysti vónar at nógvir luttakarar verða við, tí renningin er samstundis motiónsrenning har øll kunnu luttaka.
0 comment
0

Related Articles