Home BETRI Vetrarkappingin TF VK 7 í Trongisvági leygardagin

TF VK 7 í Trongisvági leygardagin

by Hallur Holm

Sjeynda umfar av Vetrarkappingini verður runnið í Trongisvági leygarmorgunin 14/3 kl. 11.00. Tað verður felagið í Suðuroynni, Hvistan, sum saman við FÍF fer at skipa fyri. Renningin er eisini motiónsrenning og eru øll vælkomin at luttaka.

Bólkarnir eru hesir:

Kappast verður í ymiskum bólkum og byrja allir bólkar samstundis kl. 11.00.

–       Kvinnur / Menn opin bólkur (f. -1998) – umleið 9 km


–       Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1960-1969) – umleið 9 km


–        Kvinnur / Menn Superveteranar (f. 1959 ella fyrr) – umleið 9 km


–        Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1994-1998) – umleið 9 km


–       Gentur / Dreingir (f. 1999-2003) – umleið 3,3km


Renniteinurin í Trongisvági er góður, spennandi og fjølbroyttur. Gøturnar eru góðar, og kunnu rennast í vanligum renniskóm. Her eru tey á veg niðan í plantasjuna stutt eftir startin fyri tveimum árum síðani. 

Rennirutan verður í hugnaliga og náttúruvakra umhvørvinum inni við plantaguna í Trongisvági. Startur og mál verður við ítróttardepilin við Stórá í Trongisvági.

Rutan hjá teimum vaksnu sær soleiðis út. Runnið verður eftir áargøtuni (bleytt undirlag) niðan í viðarlundina, víðari framvið ánni niðan til Sterling. Tá komið er niðan móti vegnum við brúnna, verður snarað til vinstru. Runnið verður síðan á asfalt, tvs. eftir vegnum Við Rangá omaneftir til høvuðsvegin og á mál frammanfyri vøllin við Stórá. Teinurin er áleið 4,5 km og verður runnin tvær ferðir, ella íalt umleið 9 km.

Rutan sæst her: https://www.endomondo.com/routes/478611875

Gentur og dreingir renna 3,3 km. Byrjað verður saman við teimum vaksnu. Runnið verður niðan eftir áargøtuni og víðari niðan í plantaguna. Komin úr plantaguni verður runnið eftir gøtuni og niðan eftir brekkuni, ið gongur niðan á vegin Við Rangá, beint uppi yvir plantaguni. Komin niðaná verður snarað til vinstru og runnið verður oman móti høvuðsvegnum aftur og yvir á mál frammanfyri vøllin í Stórá.

Rutan sæst her: https://www.endomondo.com/routes/478627328

Luttøkugjaldið er sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn. Eisini kann meldast til á staðnum hálvan tíma áðrenn start, men tá er kostnaðurin kr. 100 fyri vaksin og kr. 50 fyri børn.

Luttakarnir verða bidnir um at møta í Ítróttardeplinum við Stórá, har luttøkugjald og startnummur verða avgreidd. Hetta kann gerast 1 tíma undan kapping og í seinasta lagið kl 10:45.

Í húsinum við Stórá eru skiftirúm og brúsur tøkar til luttakarnar.

Hvistan bjóðar frukt og vatn eftir kappingina.

Øll luttakandi kunnu fáa sær ein góðan bita at eta í kantinuni í Ítróttarhøllini, har stórt kalt borð verður fyri 125 kr, í samband við FM í flogbólti.

Ein tilmelding verður gjørd til kalda borðið. Tað er umráðandi at tit melda til, so fyriskipararnir vita, hvussu nógv skulu eta við. Tilmeldingin er bindandi.

Smyril siglir av Havnini klokkan sjey og norður aftur kl. hálvgum sjey.


Vertirnir úr Hvistan vóru vælmannaðir seinast, og gleða seg at taka móti rennarunum norðanfjørðs. Eitt heiðursmerki fall eisini í teirra lut, tá Niels Jacobsen vann silvur hjá superveteranunum. Sjúrður Tausen longst til høgru, er formaður í Hvistan. Til vinstru er tað John Reid.

 

 

0 comment
0

Related Articles