
Teinur fyri túrin er umleið 10km tí vit renna eina eyka ferð runt Vatnið.
Rutan sást á hesi leinkjuni: Rutan TF vk-7 Vágur
Kappast verður í hesum TF VK-bólkum og byrja allir bólkar samstundis kl. 11.00.
Nummarútflýggjan og skifting verður í Ítróttarhøllini frá kl 10.00. Tilmelding fer fram á www.fif.fo inntil fríggjakvøldið 11. mars kl. 22.00. Kostnaður við tilmelding á netinum er kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn. Eisini kann meldast til á staðnum í seinasta lagi kl. 10.45, men tá er kostnaður kr. 100 fyri vaksin og kr. 50 fyri børn.Hvistan vónar at síggja nógv íðkandi – eisini tey ið kanska ikki áður hava luttikið í vetrarkappingini – tí hetta er eisini ein frálíkur útferðardagur.
Umklæðing og brúsubað verður í Ítróttarhøllini, har eisini okkurt ábit verður aftaná kappingina.
Heiðursmerkjahandanin verður á Hotel Bakkin í Vági kl. 14.00.Døgverði kann eisini bíleggjast við at skriva til finn@vilt.fo ella senda Finn Johannessen eini boð á facebook.