Home BETRI Vetrarkappingin TF VK3 á Argjum leygardagin

TF VK3 á Argjum leygardagin

by Hallur Holm

Spennandi TF-Vetrarkappingin heldur fram, og leygardagin skipar Bragdið fyri triðja umfari. Hetta fer fram úti á Argjum á nýggjari og spennandi rutu. Í summar varð fyri fyrstu ferð runnið kapp á Argjum, tá partur av Tórshavn Maraton var á Argjavegnum og Argjaboðagøtu. Nú hevur Bragdið so tikið enn eitt stig, og skipar fyri fyrstu rennikapping á Argjum.

Karmur um kappingina verður Skúlin á Argjahamri, har avheinting av startnummurum, tilmelding, skifting, brúsa, heiðursmerkjahandan og ein góður kaffimuður við vaflum verður at fáa. Hann lovar einki serligt veður leygardagin, men vetrarrennarar eru eftir hondini vanir at dystast móti veðurgudum í ringum skørum.


Nýggi snotuligi Skúlin á Argjahamri verður karmur um triðja umfar av TF Vetrarkappingini

 

Sunnan er ikki ringasta ætt á Argjum. Nakað væl av mótvindi og dropar av tí tjúkka slagnum kunnu vit vænta okkum á veg út í grótbrotið á Glyvursnesi, har vit venda. Tað snýr seg bert um 2,5 km, enntá í undanbrekku, so venda vit, og fáa allan vindin í ryggin aftur móti Argjum.

Og vit kunnu vænta okkum nakrar spennandi og kappingar. Keldur djúpt inni í føroyska renniumhvørvinum meta, at einir 6-8 rennarar hava møguleika at vinna opna bólkin hjá monnunum. Til kappingina Runt Agnið, vóru vit so heppin at Valborg Heinesen var komin heim at renna. Leygardagin kunnu vit rokna við at síggja hina maratonstjørnuna, Marnu Egholm, sum bleiv nummar 20 til Berlin Maraton. So okkara fremstu herbúgvandi kvinnur fáa ein harðan dyst, sær tað út til.

Ikki hjálpir tó at setast aftur, tí hvør maður og hvør kvinna hevur sítt lið at verja. Bragdamenninir komu sera væl frá byrjan inni á Toftum, og fingu tvey lið á toppin. Men ungu Treystamenninir saman við Gutta síggja nú út til at vera kappingarførir, og ætla at bjóða av, meðan teir hjá Roysninum eru klárir, um onkur snávar. Kvinnurnar hjá Hvirluni fingu fullan valuta fyri góða uppmøting í ódnarveðrinum til Kerjarenningina, og løgdu seg á odda í liðkappingini. Væntast kann, at Bragdið ætlar at svara aftur úti á Argjum, so har er lagt upp til spennandi dyst.


Julian Gregersen hevur staðið seg avbera væl higartil, og er so dyggiliga við til at lyfta Treysti í liðkappingini (mynd: Hvirlan)

Teinurin hjá teimum vaksnu er 8,9 km og teinurin hjá børnunum er 3,5 km. Allur peningur, sum kemur inn, fer óskerdur til tiltakið “Í menniskjum góður tokki”. Í tí sambandi verður eisini ein motiónsruta at renna, og verður tað sama rutan sum hjá børnunum, 3,5 km.

Kappast verður í vanligu bólkunum – startnummur avheintast frá kl. 10 – startur kl. 11 – vaksin 50 kr. – børn 20 kr. – ber eisini til at lata meira – skifting við brúsu – kaffi/the – vaflur – hugni – heiðursmerki.

Tilmelding best umvegis heimasíðuna. Har er eisini meria kunning um rutuna og annað. Slóð er her: http://athletics.admind.fo/index.php?event=101

Eisini á heimasíðuni hjá Bragdinum er meira at lesa á hesi slóð: http://www.bragdid.fo/?p=5198

Støðurnar í øllum bólkum og í liðkappingini síggjast á facebook-síðuni hjá FÍF.

SÍGGJAST Á ARGJAHAMRI

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Hallur Holm 05.12.14 - 00:39

Seinasta frá yr.no: Nú sigur hann turt og sól á Argjum leygardagin kl. 11.00 🙂

Comments are closed.