Home FÍF Tíðarætlan og startlistar 2.GP BU 9. juni kl. 18.00 á Svangaskarði

Tíðarætlan og startlistar 2.GP BU 9. juni kl. 18.00 á Svangaskarði

by Guttorm Sørensen

Her fremst á síðuni sæst tíðarætlanin fyri kappingina í annaðkvøld. Kappingarnar byrja stundisliga kl. 18.00 og verða allir luttakarar tí bidnir um at møta í góðari tíð, og avheinta sítt startnummar í minsta lagi ein hálvan tíma áðrenn tey skulu kappast.  Tað er ókeypis at vera við í Grand Prix- kappingini í ár.

Undir tíðarskemanum eru leinkjur til allar startlistarnar. Foreldur og íðkarar eru vælkomin at útskriva hesar, so lættari er at fylgja við í kappingini. Her sæst eisini hvørjum ein skal kappast ímóti, á hvørji geil mann skal spurta og hvussu nógvir íðkarar eru tilmeldaðir í hvørji kapping/grein. Kappingarkvøldini í ár verða ikki so drúgv sum í fjør. Sum sæst á skemanum er alt liðugt longu kl. 20.00.

Allir luttakarar eiga at møta til navnakall 10 min. áðrenn kappingarnar byrja.

Veðurforsøgnin lovar turt veður og sólglottar. Men minnist tó til heit klæðir, tí hitin verður uml. 8 stig.

Úrslitini verða kunngjørd her á síðuni hóskvøldið.

Tíðarætlanin:

Startlistar eru at finna í .pdf her niðanfyri:

GPBU-2 10 Startlistar 40m-80m-200mspurtteinar
GPBU-2 10 Startlistar 1.000m
GPBU-2 10 Startlistar kulustoyt
GPBU-2 10 Startlistar longdarlop

0 comment
0

Related Articles