Tíðarætlan og startlistar til 3. Betri Stórkapping

Skrivað hevur

Leygardagin kl. 12.30 verður triðja og seinasta umfar í Betri Stórkappingini hildið á Tórsbreyt. Hesaferð verður tað Treysti, sum saman við FÍF í stendur fyri kappingini. 85 íðkarar hava boðað frá luttøku í 230 startum.  Sum sást í aðrari grein á síðuni, so er stórur spenningur í fleiri greinum og bólkum, um samlaða sigurin og hvør endar við flestum stigum samanlagt.

Kappast verður í hesum bólkum og greinum:
Børn 5-7 ár: longdarlop
8-9 ár: 80, 400m, bóltkast og longdarlop
10-11 ár: 80m, 600m, bóltkast og longdarlop
12-13 ár: 80m, 1.000m, spjótkast og longdarlop
14-15 ár: 400m, 1.500m, kúlustoyt og hæddarlop
16-17 ár: 400m, 1.500m, kúlustoyt og hæddarlop
18-19 ár: 400m, 1.500m, kúlustoyt og hæddarlop
Menn/kvinnur: 400m, 1.500m, kúlustoyt og hæddarlop

Stroyming
Kappingin verður stroymd og verður leinkja løgd á facebook-síðuna hjá Frælsur Ítróttur Føroya.

Úrslit
Roster skipanin verður aftur brúkt til úrslit hesuferð og leinkjur til at taka niðar appina eru her niðanfyri. Tað kann verða ein má logga av og logga á aftur, tí tey hava dagført skipanina.

https://itunes.apple.com/us/app/id1102383168
https://play.google.com/store/apps/details?id=io.rosterathletics.roster 

Startlistar
Allir startlistar síggjast her á leinkjuni niðanfyri:

https://admin.rosterathletics.io/pdf/meet-716-StartLists-en-GB.pdf

Undir bólkunum so merkir:
U8 = 5-7 ár
U10 = 8-9 ár
U12 = 10-11 ár
U14 = 12-13 ár
U16 = 14-15 ár
U18 = 16-17 ár
U20 = 18-19 ár

Startnummur
Allir íðkarar
skulu hava startnummar (navn) á bringuni, tá kappast verður. Startnummur kunnu heintast í reiðskapsrúminum.

Onki Afterparty
Vegna umstøðurnar, sum eru av Korona, so verður tíverri onki Afterparty í ár.

Heiðursmerkja- og steypahandan
Ætlanin er at handa heiðursmerkir leypandi meðan kappingin koyrir, og tí mugu íðkarar og avvarðandi fylgja við, tá boðað verður frá í hátalarunum, nær handað verður. Steyp til samlaðu vinnararnar í bólkunum 8-9, 10-11, 12-13 og 14-15 verða handaði eftir lokna kapping

Tíðarætlan:

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*