Nú er tíðarætlanin løgd til kappingarnar leygardagin. Fyrstu kappingarnar byrja kl. 14.00, og tá byrja gentur 14-15 við 200m spurti, gentur 12-13 við kúlu, gentur 16 til kvinnur við spjótkasti og gentur 8-9 við longdarlopi. Seinasti starturin er kl. 17.10 tá dreingir 14-19 fara at renna ein spennandi 800m.
Tað er sjálvdan heitt á Tórsbreyt, so hóast teir lova fínt veður leygardagin, er ráðiligt at hava nóg mikið av heitum klæðum við.
Ábyrgdarar fyri hvørja kappingargrein skulu hava kappingarøkið klárt í seinasta lagi ein hálvan tíma undan kappingarbyrjan.
Heitt verður á allar íðkararnar um at møta á kappingarstaðnum 10 minuttir undan kappingarbyrjan.
Eftir er bert at ynskja øllum vælkomin og góða kapping á Tórsbreyt leygardagin.