Her er tíðarætlanin til 2. umfar í TF Stórkappingini, sum Bragdið skipar fyri á Tórsbreyt leygardagin kl. 12.00. Hesuferð eru nakrir fleiri startir tilmeldaðir. Tey sum skulu luttaka í spurti, skulu minnast til at “krossa av” í seinasta lagi hálvan tíma áðrenn greinin byrjar. Hetta er fyri at fáa betri og størri riðlar. Sum sagt so byrja kappingarnar kl. 12.00 og tær halda fram til umleið kl. 15.00 tá seinasta kappingarnar væntandi verða lidnar.