Home FÍF Tíðarætlanin til 3. TF Stórkapping

Tíðarætlanin til 3. TF Stórkapping

by Guttorm Sørensen

Í morgin kl. 12.00 byrjar 3. og seinasta umfar í TF Stórkappingini á breyt. Tað eru Treysti og Roysnið, sum standa fyri kappingini í morgin. Sum nevnt í aðrari grein, so verður talan um fleiri spennandi kappingar. Fyri nakrar av okkara Oyggjaleikaluttakarum er hetta seinasti møguleiki at kappast áðrenn farið verður til Jersey. Í morgin kappast teir ymsu aldursbólkarnir í hesum greinum:

8-9  ár: 80m, 400m bóltkast og longdarlop
10-11 ár: 80m, 600m, bóltkast og longdarlop
12-13 ár: 80m, 1.500m, spjótkast og trístøkk
14-15 ár: 400m, 1.500m kúlustoyt og longdarlop
16-17 ár: 400m, 1.500m, kúlustoyt og longdarlop
18-19 ár: 400m, 1.500m, kúlustoyt og longdarlop
+20 ár: 400m, 1.500m, kúlustoyt og longdarlop
Børn -7ár: longdarlop

Í 80m spurti verður skal ein “krossa av” í seinasta lagi 30 min. áðrenn startin.

Eftir lokna kapping verður heiðursmerkjahandan og Afterparty í Skúlaheiminum. Handanin skal eftir ætlan byrja kl. 18.30.

tíðarætlan 3tfs

0 comment
0

Related Articles