Home FÍF Tilmelding til FM Ung longd til mánakvøldið

Tilmelding til FM Ung longd til mánakvøldið

by Hallur Holm

Av tí at vit ikki hava havt nøktandi kunning um FM Ung á heimasíðuni, leingja vit freistina fyri tilmelding til mánakvøldið. Tilmeldingin verður endaliga stongd klokkan 23.00 mánakvøldið.

Niðanfyri sæst hvørjar kappingargreinar verða hvønn dagin. Í spurtgreinununum verða innleiðandi umfør leygardag og finalurnar sunnudag. Um tað í onkrum aldursbólki eru færri enn seks luttakarar við, verður eingin kapping leygardag, bert finalan sunnudag. Hetta er altso galdandi fyri stuttu spurtteinarnar.

Á longu spurtteinunum er beinleiðis finala. Eisini har tað eru fleiri riðlar. Her verða luttakararnir styrkismettir, og sterkasti riðilin rennur seinast. Styrkismetingin verður gjørd sambært úrslitum í 2016 fyrst og fremst, men har tað er neyðugt, kunnu onnur atlit verða tikin.

Sunnudagin byrja kappingarnar klokkan 13.00, men sum vanligt verður skrúðgonga kl. 12.30, og ynskja vit sjálvandi at so nógv sum gjørligt eru við í skrúðgonguni og eru í felagsbúna ella felagslitinum. Gestarøðari kemur at siga nøkur fá orð í sambandi við skrúðgonguna.

Boðrenning 2011
Boðrenningarnar skapa bæði spenning og gleði. Hendan myndin varð tikin í 2011 eftir at ungu Hvirlugenturnar tóku 18 ára gamla metið á 4×100. 

Boðrenningar verða bæði leygardagin og sunnudagin. Fyrra dagin verður runnið 4×100 m og sunnudagin 4×200 mix. Vit hugsa at feløgini í fyrsta lagi royna at manna síni egnu lið, men har tað restar í við luttakarum ber sjálvandi væl til at gera blandað lið. So mong gjørligt skulu sleppa at verða við í boðrenningunum, og gott hevði tí verið, um venjarar/liðleiðarar tíðliga byrja at seta liðini saman. Síðani kunnu venjararnir tosa saman um hvørjir rennarar “leypa av”, og so royna at gera blandað lið. Kunning um boðrenningarnar kemur frá dómararúminum gjøgnum dagin.

Kappingarnar leygardagin: Frá kl. 11.00 til 15.00

Gentur og dreingir 8-9 ár (2007-08): 60 m, longdarlop og bóltkast
Gentur og dreingir 10-11 ár (2005-06): 60 m, 600 m og bóltkast
Gentur og dreingir 12-13 ár (2003-04): 80 m, 600 m, longdarlop og kúluvarp
Gentur og dreingir 14-15 ár (2001-02): 100 m, 800 m, longdarlop, klingrukast
Gentur og dreingir 16-17 ár (1999-00): 100 m, 800 m, longdarlop, kúluvarp
Gentur og dreingir 18-19 ár (1996-97): 100 m, 800 m, longdarlop, kúluvarp

Kappingarnar sunnudagin: Frá klokkan 13.00 til 17.00
Gentur og dreingir 8-9 ár (2007-08): 60 m finala, 400 m og kúluvarp
Gentur og dreingir 10-11 ár (2005-06): 60 m finala, 300 m, longdarlop og kúluvarp
Gentur og dreingir 12-13 ár (2003-04): 80 m finala, 300 m, hæddarlop og spjótkast
Gentur og dreingir 14-15 ár (2001-02): 100 m finala, 300 m, hæddarlop og spjótkast
Gentur og dreingir 16-17 ár (1999-00): 100 m finala, 400 m, hæddarlop og spjótkast
Gentur og dreingir 18-19 ár (1996-97): 100 m, 400 m, hæddarlop og spjótkast

Tað skulu sjálvandi nógvir dómarar og hjálparfólk til at skipa fyri FM Ung. Tí fara vit eins og í fjør at leggja eina tilmelding út, har foreldur, systkin, leiðarar, venjarar o.o. áhugað kunnu bjóða seg fram at hjálpa. Tað fer at bera til at melda til hálvar ella heilar dagar. Vónandi verða tit fleiri, sum halda tykkum fram at. Meira um hetta týsdagin.

0 comment
0

Related Articles