Home FÍF Tilmeldingin FM Cross er nú klár !

Tilmeldingin FM Cross er nú klár !

by Hallur Holm

Vegna tekniskar trupulleikar er tilmeldingin til FM Cross nógv seinkað, men nú er hon klár.  Tilmeldingarfreistin er samstundis longd, soleiðis at ein kann tilmelda seg á staðnum í seinasta lagi ½ tíma áðrenn startin.

Kappingin verður í morgin kl. 11.00, sum ætlað. Veðurforsøgnin lovar høgættarvind,  sólskin og eitt hitastig, meðan rennast skal. Rutan verður løgd eftir umstøðunum, soleiðis at rennandi verður best møguligt.

Fyriskipararnir vænta og vóna at síggja nógvar vælupplagdar luttakarar.

0 comment
0

Related Articles