Home FÍF Tilmeldingin klár

Tilmeldingin klár

by Guttorm Sørensen

Nú er tilmeldingin til 1.umfar í Vetrarkappingini klár her á síðuni. Leygardagin 13. november skipa Roysnið og Treysti fyri fyrsta umfari av Vetrarkappingini 2010-2011 í renning á Toftum.

Kappast verður í hesum bólkum:
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -1994) – 10,3 km
Veteranar kvinnur og menn (f. 1956-65) – 10,3 km
Menn Superveteranar (f. -1955) – 10,3 km
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1990-94) – 10,3 km
Gentur og dreingir (f. 1995-99) – 5 km

Vaksin, veteranar, superveteranar og unglingar renna “Runt Agnið”. Byrjað verður við Tofta Skúla, runnið verður síðan úteftir niðan á “Agnið”. Málið er á Tofta kei.

Yngsti aldursbólkurin byrjar yviri á Mýrunum tætt við vegin oman til Toftavatn og rennir inneftir móti Runavík og so út á Tofta Kei. Allir aldursbólkar byrja samstundis kl. 11.00.

Tilmelding fer fram á her á síðuni innan fríggjakvøldið 12. november kl. 21.00. Til ber eisini at melda til við Tofta Skúla áðrenn startin.

Startnummur verða avheintaðið við Tofta Skúla leygardagin frá kl. 10.20. Tá verður luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri fýra teir elstu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri yngsta aldursbólkin, eisini goldið.

Leinkja til tilmeldingina er her.

Víst verður annars til kappingarreglurnar sum finnast her.

0 comment
0

Related Articles