Home FÍF Tórshavn Maraton (FM) og Heilsurenning

Tórshavn Maraton (FM) og Heilsurenning

by Hallur Holm

Sunnudagin 5. september fer Bragdið at skipa fyri árliga Tórshavn Maraton. Hetta er áttanda árið á rað, at Bragdið fyriskipar Tórshavn Maraton. Hetta er samstundis kapping um FM-heitið í maraton í opnum bólki kvinnur og menn (f. 1900-1992), veteranbólki menn (f. 1955-1964), veteranbólki kvinnur (f. 1900-1964) og superveteranbólkinum menn (f. 1900-1954)

Aldursbólkarnir í Tórshavn Maraton eru ikki teir somu, sum til FM. Her verður kappast í bólkinum 18-39 ár hjá kvinnum og monnum (f. 1971-1992), menn 40-49 ár (f. 1961-1970), kvinnur 40+ (f.  – 1970) og menn 50+ (f. – 1960)

Tað verður eisini møguligt at renna ½ maraton, 5,5 km og 2,2 km hendan dagin. Teir báðir seinnu teinarnir eru liður í Heilsurenningini, sum Bragdið saman við Tórshavnar Kommunu og SMS skipar fyri. Hálvmaraton-kappingin hevur nærum somu aldursflokkar sum maratonrenningin. Einasti munur er, at bólkurin 40-49 hjá monnum fellur burtur.

Bragdið hevur frá fríggjadegnum 3. september og fram til loknan kappingardag sunnudagin 5. september saman við Fólkaheilsuráðnum bás á torginum í SMS. Her ber til at melda til bæði kappingar og Heilsurenning. Eisini verður møguligt at melda til allar kappingarnar og Heilsurenningina her á síðuni.

Alt um tiltakið kann lesast á www.torshavnmarathon.com.

Her sæst skráin fyri sjálvt tiltakið: http://www.torshavnmarathon.com/fo/?page_id=74

0 comment
0

Related Articles