Tórur og kastarakvinnurnar fáa stuðul úr Úrval í 2019

Skrivað hevur

Í dag varð stuðulin úr Úrval-skipanini hjá ÍSF handaður á samkomu í ÍSF-húsinum. Fitt av fólki var møtt til samkomuna, bæði íðkarar og avvarandi.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, flutti fram røðu, og síðani greiddi Petur Mittún, aðalskrivari, frá skipanini, hvør fær stuðul í 2019 og hvør grundgeving lá handan stuðulin.

Frælsur ítróttur hevði eins og í 2018 tveir móttakarar av stuðli. Trýstøkkarin Tórur Mortensen fær 136.000 kr. úr skipanini, og bólkurin av ungum kastarakvinnum fær 50.000 úr skipanini at menna seg við. Kastarakvinnurnar eru: Guðrið Káradóttir Petersen (Hamarkast, Kúlustoyt, Diskuskast), Helena Svabo Ziska (Diskuskast, Spjótkast, Kúlustoyt), Sunniva Bogadóttir (Spjótkast, Hamarkast, Kúlustoyt), Lydia Poula Simonsen (Kúlustoyt, Diskuskast), Elin Niclasen (Spjótkast), Kristianna Skarpheðinsdóttir (Spjótkast, Kúlustoyt).

Tey, sum fáa stuðul úr Úrval í 2019, eru:

Signhild D. Joensen, svimjing, 189.000 kr.
Óli Mortensen, svimjing, 163.367 kr.
Hávard Vatnhamar, triathlon, 156.000 kr.
Alvi Hjelm, svimjing, 140.386 kr.
Tórur Mortensen, Frælsur ítróttur, 136.000 kr.
Vár E. Eidesgaard, svimjing 124.000 kr.
Torkil Weyhe, súkkling, 117.000 kr.
Rókur Trygvason, svimjing, 59.000 kr.
15 úrvalssvimjarar, svimjing, 50.000 kr.
Kastarakvinnur, Frælsur ítróttur, 50.000 kr.
Rebekka Ingadóttir Rein, fimleikur, 50.000 kr.
Astrid Nanly Breckman, fimleikur 50.000 kr.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*