Tórur og kastigentur fáa stuðul

Skrivað hevur

Seinnapartin í dag var tíðindafundur í ÍSF-húsinum, har nógv fólk var komið saman at frætta, hvussu stuðulin frá Úrval fór at verða býttur í 2018.

Tilsamans varð søkt um 2,2 milliónir krónur, men bert ein millión var til útlutan. Gáttin til Úrval er rættiliga høg, og mong av okkara allarbestu ítróttarfólkum hava søkt um stuðul.

Frælsur Ítróttur Føroya hevði tríggjar umsóknir hesuferð. Tíverri eydnaðist okkum ikki at fáa stuðul til Rebekku Fuglø, sum vann gull á 800 metrum í Gotlandi í summar. Hinvegin eydnaðist at fáa stuðul til Tór Mortensen, sum fær 80.000 kr. Tórur fekk eisini stuðul í 2017. Til tey bæði varð søkt úr Bólki II, har kravið er at man er í topp 3 í NUM ella topp 5 í NM. Her hevur Tórur sína bronsu frá NM U20 í Íslandi at vísa á.

Úrval 2018 Tórur
Aftur í ár fekk Tórur Mortensen stuðul úr Bólki II

FÍF hevur nógvan spennandi ungdóm, og vit vildu fegin søkja úr Bólki III. Úr hesum bólki verður latin stuðul til ung ítróttarfólk, sum hava víst evni og ágrýtni, megna at uppfylla langtíðarmál, kappast regluliga á høgum støði o.s.fr.

Fleiri av okkara ungu lúka hesi krøvini. Nevndin hevði sera ilt við at taka ein fram um annan, og helt tí at tað var eitt sera gott hugskot at søkja vegna ein bólk av ungum. Og tá vit nú fyri fyrstu ferð nakrantíð hava ein góðan bólk av ungum gentukastarum, fall valið á tær. Í umsóknini varð m.a. hetta ført fram:

Í allari oyggjaleikasøguni hava bert tvær kvinnur umboðað Føroyar í kastikappingum uttanfyri Føroyar, og næstu ferð verða 10 ár sídani vit vóru umboðað seinast. Als eingin kastari umboðaði Føroyar á seinastu oyggjaleikum á Gotlandi, var harmuligi veruleikin.

Men tað gleðiliga er hent, at vit seinnu árini hava fingið nakrar gentur, sum hava víst sera góð evni at at kasta. Og uppaftur aðrar eru lagstar afturat. Hetta merkir, at vit í dag standa vid einum møguleika fyri at seks ella sjey ungar kvinnur kunnu kvalifisera seg til komandi oyggjaleikir. Allar fýra kastigreinarnar eru umboðaðar.

Fyri at stimbra undir at hetta kann henda, og fyri framhaldandi at byggja upp kastiítróttin í Føroyum, halda vit tað kundi verið ein møguleiki, at FÍF søkir um, at hesar genturnar verda tiknar upp í bólk trý hjá Úrvali.

Sum so mong onnur ung ítróttarfólk, íðka flestar av hesum eisini aðrar ítróttargreinar, og tær nærkast teimum kritisku árunum, har tær skulu velja sær eina ávísa ítróttargrein. Tær nærkast sjálvandi eisini kritisku árunum, har ung mangan gevast við sínum ítrótti. Einstaklingaítrótturin kann vera einsligur, og eisini tí halda vit, at tað kann eggja og stimbra, um tær fáa hetta at hava í felag. Hetta kann vera eitt megnarstig fyri tær allar og fyri komandi landslið.

Úrval 2018 frælsur ítróttur
Tórur saman við nøkrum av gentunum í kastibólkinum. F.v.: Helena, Lydia, Elin, Guðrið, Sunniva og Tórur. Umframt hesar fimm genturnar hoyra eisini Óluva A. Joensen úr Treysti og Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen  úr Bragdinum til bólkin. 

22 umsóknir komu inn. Eingin umsókn var um stuðul úr Bólki I. 9 umsóknir vórðu játtaðar úr Bólki II, harav svimjarar áttu seks. Hini vóru Torkil Veyhe, súkkling, U21-landsliðið í hondbólti, sum var til HM og so okkara Tórur.

Úr Bólki III varð játtað 50.000 kr. til ungdómsbólk við 15 svimjarum og 50.000 kr. til kastibólkin við gentum.

Reglurnar fyri Úrval kunnu lesast HER

Úrval 2018 øll
Landsstýriskvinnan við mentamálum, umboðfyri Úrval og fleiri av stuðulsmóttakarunum.

 

 

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*