Home FÍF Treysti best í Vetrarkappingini 2011/12

Treysti best í Vetrarkappingini 2011/12

by Guttorm Sørensen

Nú er endaliga støðan í Vetrarkappingini, sum endaði í Runavík leygardagin, uppgjørd. Flestu sigrarnir fóru til Treysti, sum vann seks bólkar, meðan Bragdið vann tveir og Frælsi ein. Luttøkan í Vetrarkappingini hevur ongatíð verið so góð sum í vetur, og tað fegnast FÍF sjálvandi um at so er.

Kappingin er skipað á tann hátt, at fimm umfør eru, men bert trý tey bestu umførini telja við í samlaðu støðuni. Harumframt verða latin trý bonusstig til teir rennarar, sum hava gjøgnumført fýra umfør og tvey bonustig afturat fyri at hava luttikið í fimm umførum.

Soleiðis bleiv býtið av steypunum, sum tríggir teir fremstu rennararnir í hvørjum bólki vunnu:

Nr. 1 Nr. 2 Nr. 3
Treysti 6 3 2
Bragdið 2 5 4
Frælsi 1 1

Í opna bólkinum var tað Marnar Djurhuus í vann allar fimm kappingarnar, sum gjørdist tryggur vinnari við 153 stigum. Honum næstir komu Hallur Holm og Guttorm Sørensen.


Hallur, Marnar og Gutti

Menn opin bólkur (f. 1995 ella fyrr)
Nr. Navn Eftirnavn Árg. Felag VK1 VK2 VK3 VK4 VK5 B4 B5 Samlað
1 Marnar Djurhuus 1995 Treysti 50 50 50 50 50 3 2 155
2 Hallur Holm 1967 Bragdið 47 45 47 43 37 3 2 144
3 Guttorm Sørensen 1968 Treysti x 47 x 47 47 x x 141
4 Borgar Biskopstø 1962 Treysti 45 43 45 x 43 3 x 136
5 Henry Olsen 1964 Bragdið 41 41 39 45 45 3 2 136
6 Magni Jacobsen 1976 Treysti x x 40 41 41 x x 122
7 Marnar Pattinson 1970 Roysnið 40 38 38 38 39 3 2 122
8 Einar Gregersen 1995 Treysti 36 40 x 40 38 3 x 121
9 Jógvan K. Glerfoss 1967 Bragdið x 39 x 39 40 x x 118
10 Regin Joensen 1995 Bragdið 39 x 36 37 32 3 x 115
11 Debes H. Christiansen 1966 Bragdið 29 31 35 36 36 3 2 112
12 Eirikkur Joensen 1967 Treysti 37 34 34 34 31 3 2 110
13 Jóhan M. Jacobsen 1966 Treysti 35 33 33 35 30 3 2 108
14 John Egholm 1961 Hvirlan x 36 37 x 33 x x 106
15 Andreas Josephsen 1968 Treysti 34 32 x 33 34 3 x 104
16 Herluf Jacobsen 1963 Bragdið 26 29 31 32 26 3 2 97
17 Jens R. Weihe 1947 Frælsi 13 28 32 30 25 3 2 95
18 Júst í Túni 1986 Bragdið 32 35 x x 19 x x 86
19 Óli Olsen 1949 Bragdið 28 27 x x 23 x x 78
20 Tummas Joensen 1956 Treysti 20 22 26 23 17 3 2 76
21 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið 16 x 29 25 18 3 x 75
22 Arnfinnur Helmsdal 1970 Bragdið 15 20 27 22 20 3 2 74
23 Hans Egholm 1966 Bragdið 17 13 24 18 22 3 2 69
24 Eyðtór Joensen 1967 Hvistan x 18 x 28 21 x x 67
25 Bent H. Jakobsen 1958 Bragdið 12 15 28 21 x 3 x 67
26 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið 14 14 25 20 16 3 2 66
27 Gunnar Simonsen 1952 Treysti x 19 30 12 x x x 61
28 Jóannes Ortind 1951 Bragdið 11 16 23 16 14 3 2 60
29 Egil Olsen 1963 Roysnið 18 23 x x 16 x x 57
30 Terje Hansen 1968 Treysti x 21 x 17 14 x x 52
31 Fríðrikur Bláhamar 1965 Bragdið 6 x x 13 10 x x 29
32 Álvur Áarstein 1954 Treysti 0 9 x 6 4 3 x 22
33 Jóannes Poulsen 1966 Treysti 0 x x 8 5 x x 13
34 Regin Jóanesarson 1945 Treysti 0 8 x x 3 x x 11

Í opna bólkinum hjá kvinnum var tað Rebekka Fuglø, sum gjørdist vinnari. Hon luttók í fýra kappingum og vann tær allar. Næstar henni komu Duruta Reginsdóttir á Lofti og Tórvør Ø. Vang.


Duruta, Rebekka og Tórvør

Kvinnur opin bólkur (f. 1995 ella fyrr)
Nr. Navn Eftirnavn Árg. Felag VK1 VK2 VK3 VK4 VK5 B4 B5 Samlað
1 Rebekka Fuglø 1993 Treysti x 50 50 50 50 3 x 153
2 Duruta R. á Lofti 1969 Bragdið 50 47 47 47 47 3 2 146
3 Tórvør Ø. Vang 1969 Bragdið 45 45 45 45 45 3 2 140
4 Ella Áarstein 1964 Treysti 43 43 41 43 43 3 2 134
5 Karin Kirke Petersen 1964 Treysti 41 40 40 40 41 3 2 127
6 Laila Jacobsen 1962 Frælsi 36 39 39 x 40 3 x 121
7 Betina Nielsen 1981 Hvistan 31 x x 39 39 x x 109
8 Rakul Biskopstø 1962 Bragdið 34 37 38 x x x x 109

Veteranbólkin hjá monnum vann Borgar Biskopstø, frammanfyri Henry Olsen og Debes H. Christiansen. Borgar vann trý tey fyrstu umførini, meðan Henry vann tvey tey seinastu. Debes otaði seg spakuliga frameftir og endaði samanlagt á triðjaplássi.


Henry, Borgar og Debes

Menn veteranar (f.1957-1966)
Nr. Navn Eftirnavn Árg. Felag VK1 VK2 VK3 VK4 VK5 B4 B5 Samlað
1 Borgar Biskopstø 1962 Treysti 50 50 50 x 47 3 x 153
2 Henry Olsen 1964 Bragdið 47 47 47 50 50 3 2 152
3 Debes H. Christiansen 1966 Bragdið 41 41 43 47 45 3 2 140
4 Jóhan M. Jacobsen 1966 Treysti 45 43 41 45 40 3 2 138
5 John Egholm 1961 Hvirlan x 45 45 x 41 x x 131
6 Herluf Jacobsen 1963 Bragdið 39 39 40 43 37 3 2 127
7 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið 33 x 39 38 34 3 x 114
8 Bent H. Jakobsen 1958 Bragdið 31 34 38 36 x 3 x 111
9 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið 32 33 37 35 32 3 2 110
10 Hans Egholm 1966 Bragdið 34 32 36 34 35 3 2 110
14 Egil Olsen 1963 Roysnið 35 36 x x 33 x x 104
16 Fríðrikkur Bláhamar 1965 Bragdið 29 x x 33 30 x x 92
17 Jóannes Poulsen 1966 Treysti 24 x x 31 27 x x 82

Hjá veterankvinnunum fór Ella Áarstein avstað við fyrsta plássinum frammanfyri Karin K. Petersen og Lailu Jacobsen.


Karin, Ella og Laila

Kvinnur veteranar (f. 1966 ella fyrr)
Nr. Navn Eftirnavn Árg. Felag VK1 VK2 VK3 VK4 VK5 B4 B5 Samlað
1 Ella Áarstein 1964 Treysti 47 50 47 50 50 3 2 155
2 Karin Kirke Petersen 1964 Treysti 45 47 45 47 47 3 2 146
3 Laila Jacobsen 1962 Frælsi 41 45 43 x 45 3 x 136
4 Rakul Biskopstø 1962 Bragdið 40 43 41 x x x x 124

Hjá superveteranunum var tað Jens R. Weihe, sum streyk avstað við fyrsta plássinum. Honum á baki komu Óli Olsen og Tummas Joensen, sum endaðu á sama stigatali, men sigurin hjá Óla tá runnið varð Runt Agnið bleiv avgerandi.


Óli, Jens og Tummas

Menn superveteranar (f.1956 ella fyrr)
Nr. Navn Eftirnavn Árg. Felag VK1 VK2 VK3 VK4 VK5 B4 B5 Samlað
1 Jens R. Weihe 1947 Frælsi 45 50 50 50 50 3 2 155
2 Óli Olsen 1949 Bragdið 50 47 x x 47 x x 144
3 Tummas Joensen 1956 Treysti 47 45 45 47 45 3 2 144
4 Jóannes Ortind 1951 Bragdið 43 41 43 45 43 3 2 136
5 Gunnar Simonsen 1952 Treysti x 43 47 43 x x x 133
6 Álvur Áarstein 1954 Treysti 40 40 x 39 40 3 x 123
8 Regin Jóanesarson 1945 Treysti 39 39 x x 39 x x 117

Mans- og kvinnuunglingar hava runnið saman við teimum í opna bólkinum. Har var tað Marnar Djurhuus í gjørdi bart og vann allar kappingarnar. Nummar tvey bleiv Einar Gregersen, sum hevur gjørt framstig í vetur og nummar trý varð Regin Joensen. Hjá kvinnuunglingunum, har luttøkan tíverri altíð er vánalig, var tað Rebekka Fuglø, sum vann allar kappingarnar.

 

Mansunglingar (f.1991-1995)
Nr. Navn Eftirnavn Árg. Felag VK1 VK2 VK3 VK4 VK5 B4 B5 Samlað
1 Marnar Djurhuus 1995 Treysti 50 50 50 50 50 3 2 155
2 Einar Gregersen 1995 Treysti 41 47 x 47 47 3 x 144
3 Regin Joensen 1995 Bragdið 45 x 45 45 45 3 x 138

 

Kvinnuunglingar (f. 1991-1995)
Nr. Navn Eftirnavn Árg. Felag VK1 VK2 VK3 VK4 VK5 B4 B5 Samlað
1 Rebekka Fuglø 1993 Treysti x 50 50 50 50 3 x 153

Í dreingjabólkinum var spenningur til síðsta metur. Teitur Bjarnastein og Gunnar Sivertsen lógu javnir undan seinasta umfarinum, og tann fremri av teimum vann sostatt samanlagt. Teir hava báðir gjørt framstig í vetur. Endin varð at Teitur vann frammanfyri Gunnar. Á triðjaplássi endaði Steingrímur Hallsson.


Gunnar, Teitur og Steingrímur

Dreingir (f. 1996-2000)
Nr. Navn Eftirnavn Árg. Felag VK1 VK2 VK3 VK4 VK5 B4 B5 Samlað
1 Teitur Bjarnastein 1997 Bragdið 47 50 x 50 50 3 x 153
2 Gunnar Eihilt Sivertsen 1999 Treysti 45 47 50 47 47 3 2 149
3 Steingrímur Hallsson 1997 Bragdið 50 x x 43 45 x x 138
4 Rógvi Johansen 1997 Bragdið 43 x 47 x 43 x x 133

Í gentubólkinum gjørdist Sára Debesardóttir tryggur vinnari. Hon vann allar sínar kappingar. Nummar tvey gjørdist Hildur Poulsen.

Gentur (f. 1996-2000)
Nr. Navn Eftirnavn Árg. Felag VK1 VK2 VK3 VK4 VK5 B4 B5 Samlað
1 Sára Debesardóttir 1998 Bragdið 50 50 50 50 50 3 2 155
2 Hildur Poulsen 1997 Bragdið 47 x x 47 45 x x 139


Hildur og Sára

FÍF takkar øllum sum hava luttikið í vetur. Eisini ein stór tøkk til feløgini, sum hava fyriskipað nakrar væl avgreiddar kappingar í vetur.

 

2 comments
0

Related Articles

2 comments

Hallur 29.03.12 - 19:51

Bragdið 11 steyp og Treysti 11 steyp. Hvør var best??

Fríðrikur 02.04.12 - 17:56

Vit koma sterkt aftur! Onkuntíð kunna vit lova hinum framat:) Eisini kundi tað veri stuttligt at sæð hvat felag hevur havt flest luttakarar, nú vit eru við statistikkir.

Comments are closed.