Nú leygardagin er seinasta umfar av BETRI stórkappingini, og seinni sama dag verður okkara sokallaða Afterparty, har allar medaljurnar vera handaðar og okkurt hissini steyp eisini verður handað.
Sum í fjør gongur hetta fyri seg í bowlinghøllini, og øll sum ætla at vera við, vera biðin at boða frá luttøku undir ’tilmelding’ á heimasíðuni hjá FÍF, eisini familjulimir sum vera við (so vit vita hvussu nógvur matur skal bíleggjast. Íðkarir og venjarir gjalda onki, men fyri foreldur og onnur kostar tað kr. 135,-). Tilmeldingin til afterparty skal avgreiðast áðrenn hósdagin á midnátt.
Tilmeldingin til kappingina liggur sjálvandi eisini her á heimasíðuni, og freistin at melda til er sum til hinar kappingarnar nú týskvøld á midnátt.