Home FÍF Tríggjar Hvirlur í talentbólkin

Tríggjar Hvirlur í talentbólkin

by Hallur Holm

Hvirlan hevur í vetur og  vár haft nakrar opnar kappingar á Tórsbreyt. Og sigast má, at at miðvísa venjingin í Hvirluni sær út til at bera ávøkstur.  3. apríl var fyrra kappingin, og tá var fyrsta hæddarlopskappingin á Tórsbreyt veruleiki. Her eydnaðist tað Trygva Laksafoss (1994) at koma upp um 1,63 m, og røkkur tað til B-kravið í talentbólkinum hjá FÍF. Trygvi hevði eisini nakrar heilt góðar royndir á 1,66 m, sum røkkur til A-kravið.

Í morgun var aftur kapping á Tórsbreyt. Og í spjótkastinum eydnaðist tað bæði Helga Geyti (1993) og Hanusi Bergsson (1995) at kasta framvið B-kravsmarkinum. Við sínum 41,69 m var Helgi enntá bara 31 cm frá at kasta 700 gr spjótið út á 42,0 m og harvið klára A-kravið. Hanus var eitt sindur longur burturi frá A-kravinum, men megnaði at kasta sítt 600 gr. spjót út á 36,79  m. A-kravið er 40,0 m.

At klára B-kravið merkir, at mann er við til venjingar og venjingarlegur hjá talentbólkinum. Fyri at sleppa við til kappingarnar uttanlands krevst,  at eisini A-kravið verður klárað.

13. mars varð eisini kappast í spjótkasti, og tá eydnaðist tað Rógva Højgaard at kasta heilar 56,75 m. Hetta er tað longsta Rógvi hevur kastað í longri tíð, og tað næstlongsta kastið nakrantíð av føroyingi. Bert Rógvi sjálvur hevur kasta longri. Hetta var tá hann í Lyngby Games í 2007 setti galdandi føroyskt met, sum er 57,74 m. Harvið hevur Rógvi longu nú klárað A-kravið til oyggjaleikirnar næsta ár. Spennandi sær í øllum førum út hjá honum. Vónandi fer hann av álvara at nærkast 60 metrum í summar og verða við í kappingini um heiðursmerki á oyggjaleikunum.

FÍF ynskir tillukku við teimum góðu úrslitunum!

Úrslitini frá kappingunum eru at finna á www.hvirlan.fo

0 comment
0

Related Articles