Home FÍF Tripp trapp Treysti – nú við úrslitum og myndum

Tripp trapp Treysti – nú við úrslitum og myndum

by Hallur Holm

Regn, heglingur, vátaslettingur og vindur. Men eisini turt og sól. Ein veður-coctail av teimum heilt góðu bjóðaði harðføru vetrarrennarunum av í morgun, tá 2. umfar av Vetrarkappingini varð runnið í Havn og Hoydølum. Í opna bólkinum hjá monnum volaði Treysti og ruddaði heiðursmerkini. Sum væntað var tað Marnar Djurhuus, sum vann, men beint í hølunum á honum kom formsterki Marnar Pattinson og stutt aftanfyri kom Borgar Biskopstø.

Hetta var ein væl fyriskipað kapping hjá Bragdinum, men tað var Treysti sum fór avstað við tí mesta. Marnar vann gull hjá Mansunglingum og Borgar tók gullið hjá veteranunum. Harumframt vann Rebebekka Fuglø bæði kvinnuuglingar og opna bólkin hjá kvinnunum. Í opna bólkinum gjørdist Durita á Lofti nr. 2 og Ella Áarstein nr. 3. Ella Áarstein vann gull hjá kvinnuveteranunum við Ann Thomsen og Karin K. Petersen á næstu plássunum.

Eisini hjá dreingjunum kom ein gulur at standa á ovasta pallinum. Eins og seinast var tað aftur Gunnar Sivertsen, sum vann. Steingrímur Hallsson varð nr. 2 og Rani Dalsgarð nr. 3. Her skal leggjast afturat, at Teitur Bjarnastein, sum lá til at vinna dreingjabólkin, valdi at renna saman við teimum vaksnu.

Einastu gullmerki, sum Treysti ikki fór norðuraftur við, var hjá gentum og superveteranum. Hjá gentunum var tað aftur Sára Debesardóttir, sum megnaði at halda Oddvør Josephsen og Rutt Gregeresen aftanfyri, og hjá superveteranunum var tað aftur Jens Lyn Weihe, sum endurtók sigurin frá fyrsta umfarinum. Her blivu Jóannes Ortind og Gunnar Simonsen nr. 2 og 3.

Sostatt fór Treysti norður aftur við sjey av teimum nýggju gullmerkjunum í dag, men vit Bláu skulu nokk koma sterk aftur!

Menn opin bólkur:
1. Marnar Djurhuus, Treysti
2. Marnar Pattinson, Treysti
3. Borgar Biskpstø, Treysti

Kvinnur opin bólkur:
1. Rebekka Fuglø, Treysti
2. Durita R. á Lofti, Bragdið
3. Ella Áarstein, Treysti

Dreingir:
1. Gunnar Sivertsen, Treysti
2. Steingrímur Hallsson, Bragdið
3. Rani Dalsgarð, Bragdið

Gentur:
1. Sára Debesardóttir, Bragdið
2. Oddvør Josephsen, Treysti
3. Rutt Gregersen, Treysti

Menn, veteranar:
1. Borgar Biskopstø, Treysti
2. Hallur Holm, Bragdið
3. Heini Gregersen, Treysti

Kvinnur, veteranr:
1. Ella Áarstein, Treysti
2. Ann Thomsen, Bragdið
3. Karin Kirke Petersen, Treysti

Menn, superveteranar:
1. Jens R. Weihe, Frælsi
2. Jóannes Ortind, Bragdið
3. Gunnar Simonsen, Treysti

Mansunglingar:
1. Marnar Djurhuus, Treysti
2. Rúni Seloy, Bragdið
3. Einar Gregersen, Treysti

Kvinnuunglingar:
1. Rebekka Fuglø, Treysti

Endaligu úrslitalistarnir við tíðunum eru niðanfyri og myndir eru at finna her.

 

Úrslit frá VK 2 kapping í Havn 8. Desember 2012
Dreingir 1997-2001         stig
1 12.36 Gunnar Sivertsen 1999 Treysti 50
2 13.04 Steimgrímur Hallson 1997 Bragdið 47
3 13.51 Rani Dalsgarð 1999 Bragdið 45
Gentur 1997-2001        
1 14.00 Sára Debesardóttir 1998 Bragdið 50
2 14.05 Oddvør Josephsen 2001 Treysti 47
3 15.21 Rutt Gregersen 2001 Treysti 45
Menn opin -1996
1 40.04 Marnar Djurhuus 1995 Treysti 50
2 40.06 Marnar Pattinson 1970 Treysti 47
3 40.14 Borgar Biskupstø 1962 Treysti 45
4 40.34 Niels Poulsen 1972 Bragdið 43
5 41.15 Rúni Seloy 1994 Bragdið 41
6 41.35 Sam Vang 1970 Bragdið 40
7 41.45 Guttorm Sørensen 1968 Treysti 39
8 41.48 Einar Gregersen 1995 Treysti 38
9 42.28 Hallur Holm 1967 Bragdið 37
10 42.29 Regin Joensen 1995 Bragdið 36
11 43.15 Heini Gregersen 1964 Treysti 35
12 43.22 Heri Joensen 1973 onki felag  –
13 43.39 Jens.R Weihe 1947 Frælsi 34
14 44.19 Albert Johansen 1966 Frælsi 33
15 45.06 Arnfinn Johannesen 1965 Roysnið 32
16 45.33 Eirikkur Joensen 1967 Treysti 31
17 46.28 Dan Knudsen 1962 Bragdið 30
18 46.36 Henrik Kølleskov 1965 Bragdið 29
19 47.30 Andreas Josephsen 1968 Treysti 28
20 47.40 Eyðun Simonsen 1969 Bragdið 27
21 48.00 Egil Olsen 1963 Roysnið 26
22 48.07 Allan Dalsgarð 1972 Bragdið 25
23 48.35 Arnfinnur Helmsdal 1970 Bragdið 24
24 49.16 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið 23
25 49.20 Júst í Túni 1986 Bragdið 22
26 50.17 Martin Dam Joensen 1967 Bragdið 21
27 50.23 Herluf Hansen 1973 Bragdið 20
28 50.27 Terje Hansen 1968 Treysti 19
29 52.17 Jóanes Ortind 1951 Bragdið 18
30 52.31 Jan Egholm 1972 Bragdið 17
31 53.19 Gunnar Simonsen 1952 Treysti 16
32 55.25 Ólavur H. Olsen 1943 Bragdið 15
Kvinnur Opin – 1996
1 47.08 Rebekka Fuglø 1993 Treysti 50
2 48.43 Durita R. á Lofti 1969 Bragdið 47
3 49.43 Ella Áarstein 1964 Treysti 45
4 50.49 Ann Thomsen 1966 Bragdið 43
5 55.17 Karin K. Petersen 1964 Treysti 41
6 60.27 Jóngerð Høgnesen 1948 Bragdið 40
Kvinnuunglingar 1992-1996
1 47.08 Rebekka Fuglø 1993 Treysti 50
Kvinnur vet. 1958-1967
1 49.43 Ella Áarstein 1964 Treysti 50
2 50.49 Ann Thomsen 1966 Bragdið 47
3 55.17 Karin K. Petersen 1964 Treysti 45
4 60.27 Jóngerð Høgnesen 1948 Bragdið 43
Mansunglingar 1992-1996
1 40.04 Marnar Djurhuus 1995 Treysti 50
2 41.15 Rúni Seloy 1994 Bragdið 47
3 41.48 Einar Gregersen 1995 Treysti 45
4 42.29 Regin Joensen 1995 Bragdið 43
Menn vet. 1958-1967
1 40.14 Borgar Biskupstø 1962 Treysti 50
2 42.28 Hallur Holm 1967 Bragdið 47
3 43.15 Heini Gregersen 1964 Treysti 45
4 44.19 Albert Johansen 1966 Frælsi 43
5 45.06 Arnfinn Johannesen 1965 Roysnið 41
6 45.33 Eirikkur Joensen 1967 Treysti 40
7 46.28 Dan Knudsen 1962 Bragdið 39
8 46.36 Henrik Kølleskov 1965 Bragdið 38
9 48.00 Egil Olsen 1963 Roysnið 37
10 49.16 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið 36
11 50.17 Martin Dam Joensen 1967 Bragdið 35
Menn supervet. -1957
1 43.39 Jens.R Weihe 1947 Frælsi 50
2 52.17 Jóanes Ortind 1951 Bragdið 47
3 53.19 Gunnar Simonsen 1952 Treysti 45
4 55.25 Ólavur H. Olsen 1943 Bragdið 43

 

Triðja umfar í Vetrarkappingini verður í Vágunum leygardagin 12. januar næsta ár!

0 comment
0

Related Articles