Home FÍF Tryggingarfelagið Føroyar nýggjur høvuðsstuðul

Tryggingarfelagið Føroyar nýggjur høvuðsstuðul

by athletic

Kristina Háfoss og Heri Ziska
Tryggingarfelagið Føroyar og Frælsur Ítróttur Føroya hava undirskrivað stuðulsavtalu.

Frælsur Ítróttur Føroyar (FÍF) er í ferð við umfatandi broytingar innan frælsa ítróttin her heima. Hesar broytingar umfata millum annað eina enn meira málrættaða menning av teimum bestu íðkarunum fyri á tann hátt at stuðla teimum fimm limafeløgunum, ið gera eitt stórt arbeiði við at skapa áhuga og skipa venjing og kappingar kring um í landinum.

Hesar broytingar krevja nógva orku, bæðið menniskjaliga og fíggjarliga, og tí er tað gleðiligt fyri frælsa ítróttin, at Tryggingarfelagið Føroyar gerst annar av høvuðsstuðlunum hjá FÍF.

Kristina Háfoss, ið er deildarstjóri á Tryggingarfelagnum Føroyum, fegnast um at kunna verða við til at menna tann frælsa ítróttin fyri á tann hátt at kunna íbirta áhuga millum enn fleiri fólk til at taka ein sunnan lívsstíl til sín og soleiðis tryggja seg móti vælferðarsjúkum seinni í lívinum.

0 comment
0

Related Articles